Poetisk einglavernd

Poetisk einglavernd

2017-11-24 12:25 Author image
Kinna Poulsen

Sjálvt um bókaperman við gráu kardúspermuni við reyðum stavum og ongari mynd er merkt av stórum einfeldi og estetiskum lítillætni, er hon ein tann flottasta yrkingabókin, eg havi sæð leingi við autentiskum hálvfjersaradámi, samstundis sum hon sýnist fullkomiliga up to date

Eg hugsi, at hetta er tíggjunda yrkingasavnið hjá Jóanesi Nielsen; reyðu stavirnir á permuni eru monumentalir og breggja sær, meðan teir skriva heitið: GUDAHØVD. Og her eru bæði fleiri gudar, nógv høvd og eisini eitt gudahøvd í bókini – talan er um eitt risastórt kalvahøvd úr havsins dýpi. Yrkingasavnið er 84 blaðsíður við 38 yrkingum við einum humanistiskum grundtóna, sum ikki er heilt ólíkur grundtónanum í øðrum yrkingasøvnum hjá sama yrkjara. Rannvá Holm Mortensen hevur lagt bókina til rættis og gjørt skreytmyndirnar í bókini; hetta eru ekspressiv og einføld linoprent, ið hóska sera væl til huglagið og stílin í bókini.


Undirhaldandi bók

Tá eg sigi, at eg haldi meg kenna grundtónan í yrkingunum merkir tað yvirhøvur ikki, at yrkingarnar eru av handahógvi merktar ella at tær eru keðiligar á nakran hátt. Tær eru nokk so ymiskar, men undirhaldandi sum altíð, tá Jóanes yrkir - onkur einstøk kann fáa lesaran at flenna, meðan onkur onnur vætti eygakrókin. Eg meini bara, at vit eftirhondini kennast við hetta poetiska universið, bæði tá yrkjarin sipar til sínar egnu yrkingar, men eisini við tað, at talan er um ein rættiliga samanhangandi yrkingaheim við einum yrkjaraegi, ið við treisknum ovurdirvi og ræðslu á la Munch í sjálvsmyndini millum klokkuna og seingina lýsir sítt egna aldurstreytaða likamsniðurbrot og tann bíðandi, glúpskt tivandi deyðan.


Tað animalska menniskjað

Kroppurin hevur altíð havt sítt demonstrativa pláss í yrkingunum hjá Jóanesi Nielsen og tá er tað ikki eitt vakurt, idealiserað tempul, talan er um, men tað seksualiseraða og animaliseraða likamið ella í hvussu er ein staðfesting av, at vit í mongum eru sum djórini. Sjálvt um kroppurin er lýstur frá sínum minni flatterandi síðum; ein ógloymandi lýsing er av øllum prostataharrunum, sum hvørja einastu nátt mugu upp at pissa minst tríggjar ella fýra ferð, og eina aðra staðni fær skólpurin sítt. Eg mátti satt at siga sprota orðið, tí eg kendi tað ikki, men tað er altso húðarposin uttan um eistuni. Um henda góða pung verður mikið røtt, m.a. verða gamlamannaheinginossur hongd út (!) og hildin at vera andstyggilig. Aja, ikki veit eg, men fyrr ella seinni rakar hon okkum øll, tyngdarlógin. Yrkjaraegið hevur kvinnutekki, skilst, men hinvegin eru kvinnulýsingarnar ikki so beinleiðis seksuellar sum tær hava verið áður. Vinkulin er kanska meira kerligur og afturlítandi – yvirhøvur sýnist yrkjaraegið minni bombastiskt, meira sjálvkritiskt og eyðmjúkt enn áður. – Hetta fær meg at hugsa um eina samrøðu við danska rithøvundin Suzanne Brøgger á DR2 nú eitt kvøldið, tá tann 73 ára gamla femme fatale-frúgvin varð spurd um hon enn helt fast í sínum sjokerandi og djarva uppáhaldið frá reyðsokkatíðini, at hjúnarlagið er einasta slag av lóggildari kannibalismu í samfelagnum. – Í nøkur sekund segði hon ikki eitt orð, men hugdi niður og eg hugsaði: Åh nei, skulu vit nú uppliva eina av hesum óvirðiligu apologiunum frá fólkum, sum einaferð inniliga hava trúð uppá okkurt, tey ikki ordiliga trúgva longur. Men so hugdi hon upp við sínum døkku, glitrandi eygum, og segði avgjørd Ja! Og legði brosandi aftrat: Men det er dejligt at blive spist! Jóanes Nielsen hevur heldur ongar trupulleikar at halda fast í gomlum hugsjónum, sigur eitt nú sína vitan koma frá einum vikuligum skamti av norska arbeiðarablaðnum, Klassekampen, sum hann hevur fingið sendandi frá einum vinmanni síðani 2008.


Tá yrkingin blóðsorast

Yrkingarnar snúgva seg um at yrkja og at liva, og hugburðurin er eksistentiellur, bæði tá tað snýr seg um ein lítlan norskan fugl, ið finnur sín bana í Norðdepli, um vaksandi einsemi ella tey mongu bíðirúmini, har bíðað verður eftir nýggjum gøgnum, smákøkum ella bara eftir deyðanum. Yrkingin um teir smørelskandi brøðurnar Price er herliga sarkastisk og fær eina heldur óvæntaða vend, tá hon innihaldsliga broytist frá at snúgva seg um fínari matgerð til at handla um proletariska egpersónin og ein poetikk. Ein yrking skal eftir øllum at døma vera ekkaleys og nóg djørv til at stoyta seg út av fjallinum, tí hon má hava álit á teir poetisku einglarnar. Tá tað so onkuntíð hendir, at einglarnir ikki møta upp, verður yrkingin blóðsorað og má taka nakrar magnyl, meðan brøðurnir Price smakka til ta kongaligu sósina.


Luther og Melanchton

Jóanes Nielsen hevur poetiska einglavernd. Hann er ein framúrskarandi yrkjari. Hansara bestu yrkingar eru sum elasmáar, tættar skaldsøgur, har lesarin fær eina hóming av eini heilari søgugongd, stórum hugsanum og heilum øldum alt í meðan persónarnir verða merkiliga presentir og til staðar beint her og nú.

Hetta er t.d. galdandi fyri yrkingina har eitt streymslit elvir til eina forkunnuga vitjan, tá teir báðir lagsbrøðurnir og reformatorisku høvuðspersónarnir, Luther og Melanchton koma á gátt. Og her er fleiri tílíkar luftigar perlur í savninum, t.d. Minni á síðu 8-9 og Innast inni standa vit altíð við eina lending og bíða s.30-32, Triðja bíðirúm á síðu 38 og Mín kæra lampa á síðu 58, ið allar orða lívsins treytir og samanhang. Helviti er á jørðini og Gud er ikki til, men kortini fær Hann eina bøn, tí: “Harri/ vit sum hava avtikið helvitið hinumegin deyðan/ megna ikki at fyribyrgja helviti hesumegin deyðan/ hyklaranna og lygnaranna helviti/ helviti millum stættir og tjóðir/ åh! gev mær aftur tað gamla helvitið/ tað klæðir okkum betur// Dagarnir gerast støðugt steinutari/ vági mær so dánt at siga tað/ men lat meg vera eina urt millum klípini/ er tað ov nógv at krevja/ so bara eitt góðsligt orð sum kvinkar upp eina hurð./ Tak frá mær tað sum eg havi eftir av tonnum/ loys av fingrinum neglirnar/ eg taki til takkar við snøgt sagt øllum/ bara ikki deyðanum....” (Ákallan s.33-36).

Allarbest dámar mær henda yrkjaran, tá hann er mest einfaldur og lítillátin, tá fær hann ómetaliga nógv burturúr eitt nú minnum frá barndóminum. Her er ein lítil fitt søga, hvørs einfalda staðfesting at enda gevur lesaranum ein frammaná.

 

Innast inni standa vit altíð við eina lending og bíða

Ein summardag fyrst í trýssunum

stóð eg einsamallur á lendingini í Skálavík

hevði mítt lítla kuffert í hondini

og sá Smiril hvørva suður um Skálhøvda.

Báturin sum hevði flutt vørur og ferðafólk í land lá

longu fyri teymi

føldi meg vera í dýrastu neyð

tí eg kendi ongan og heldur ongin tók ímóti mær.


Ta løtuna hevði eg loymt at pabba átti vinfólk í Skálavík

at hann hevði ringt til sjaførin á postbilinum og biðið hann

havt eyguni eftir mær.

Tí lætnaði tað fyri brósti tá ein maður sum kallaði seg Valdemar kom

til mín og spurdi hvør ið átti meg.

Eg svaraði at Svend og Marjun áttu meg

og at eg skuldi til Skopunar at vitja mammubeiggjan Ásbjørn.

Hann smíltist

kallaði meg vinurin

og saman við postsekkinum og nøkrum vørum

koyrdi hann meg til Skopunar í sínum gula Bedfordi.


Tilburðurin rann fram fyri meg ein dagin eg skuldi

heinta abbasonin.

Eg var ov seinur

fann hann einsamallan í skúlagarðinum

og ampin í hansara eygum var ikki ólíkur tí ampanum eg á

sinni kendi suðuri á lendingini í Skálavík.


Eg royndi at ugga hann

segði at í veruleikanum er mann ongantíð púra gloymdur

at tað altíð finst onkur Valdemar sum spyr hvør ein er og

hvagar leiðin gongur.

Abbasonurin svaraði at hann kendi ongan Valdemar

og eg segði at Valdemar var ein eingil

og tann dagin vit doyggja

heintar hann okkum í einum gulum bili

og vit koyra avstað ti onkra bygd í Himmiríki

ikki ólík Skálavík ella Skopun.


Ivist í um abbasonurin trúði míni einglasøgu

helst er rættari at siga

at hann hesa løtuna í skúlagarðinum lærdi nakað grundleggjandi

um menniskjans kor:

at vit innast inni

altíð

standa aleina við eina lending og bíða.

 


Triðja bíðirúm

Kleyv mær góman av eini smákaku

gangi við innfalnari yvirvørr

beri brá av tí eg skjótt verði:

kistubúgvi.

Fyrr í vikuni læt eg meg krossfesta á Vaglinum

annan dagin gjørdist eg pápi

og síðani komu einar tjúgu bøkur

hvør við sínum egna anga.

Hugsi gjøgnum støvið av brádliga svunnum døgum

látist ikki at síggja klokkuna ella hvará árinum eg eri staddur.

Vit eru á flogi í rúminum saman við ókendum skepnum

á einum garðspjaði

situr ein nøgdur drongur við eini smákaku í hondini.

Meira langlesnaður