Pettson og Findus í Sjónleikarhúsinum

Húsið hjá Pettson og Findus stendur klárt í Sjónleikarhúsinum

Pettson og Findus í Sjónleikarhúsinum

2017-05-05 07:00 Author image
Dimma

Síðst í maj kunnu øll smá og stór gleða seg tí tá koma Pettson og Findus á pall í Sjónleikarhúsinum. Tað boðar Havnar sjónleikarfelag frá.

Pettson er ein hittingarsamur maður, sum býr saman við kettuni Findus og nøkrum hønum.

Søgan snýr seg um teirra felags lív. Pettson og Findus kunnu tosa saman. Findus dámar sær skálkabrøgd og at spæla, og Pettson roknar hann sum sítt barn.

Findus dugir enntá at ganga á afturbeinunum sum eitt fólk.

Pettson og Findus búgva á einum garði. Í húsinum búgva eisini sonevndir snifflar, verur sum Findus sær og tosar við, men sum Pettson ikki sær.

Hesin leikur um Pettson og Findus er um tá ið ið Findus flytir heimanífrá.

Okkara útgáva av leikinum verður til tey smáu, tey størru og tey heilt stóru, sum eina løtu sleppa at vitja í fittu verðini hjá Pettson og Findus.

placeholder

So steinorðini rapa

So steinorðini rapa

Tóroddur Poulsen er kritiski útisetin, sum prikar og provokerar, men hann er eisini smæðin og sárur

Author image Emil Jacobsen
Partafelagið Føroyar

Partafelagið Føroyar

Fiskivinnunýskipanin skal steðga spekulatión við rættindum og útlendingar skulu út - úrslitið kann gerast eitt stórt monopol

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður