Pedagogfelagið fær 600 túsund krónur úr Íslandi

Mynd: Haraldur Freyr Gíslason

Pedagogfelagið fær 600 túsund krónur úr Íslandi

2018-01-13 08:57 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Í gjár fekk Fíggjarmálaráðharrin handað skriv frá 21 fekfeløgum, ið boðaðu frá, at tey fóru í samhugaverkfall fyri Pedagogfelagnum, mánadagin tann 15. januar.

Stutt eftir hetta fóru Fíggarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Pedagogfelagið niðan á Hotel Føroyar, at halda áfram við samráðingunum um lønarhækking.

Í gjárkvøldi berast so tíðindi um, at Pedagogfelagið hevur móttikið eina sera stóra peningaliga gávu. Heili 600 túsund krónur hevur Pedagogfelagið fingið, úr tí samsvarandi pedagogfelagnum í Íslandi. Upphæddin svarar til tíggju íslenskar milliónir.

Haraldur Freyr Gíslason, formaður í íslenska pedagogfelagnum sigur, at sjálvandi vilja tey stuðla frændum sínum í Føroyum. Eg eri vísur í at føroyingar høvdu gjørt tað sama fyri okkum.


Meira langlesnaður