Ósemja millum DBU og danska kvinnulandsliðið

Mynd: Dbu.dk

Ósemja millum DBU og danska kvinnulandsliðið

2017-09-12 12:17 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Fríggjadagin skuldu danska kvinnulandsliðið spæla dyst móti Hollandi. Dysturin skuldi fara fram á Horsens stadium og vóru allar 10.000 billettirnar útseldar. Nú er dysturin avlýstur vegna ósemju millum kvinnulandsliðið og danska fótbóltssambandið. Tað skrivar DR.

Danska fótbóltssambandið (DBU), og danska leikarasambandið hava seinasta hálva árið samráðst um betraðar avtalur fyri danska kvinnulandsliðið og U21-landsliðið hjá monnum. Millum annað verður samráðst um hækkað lønarviðurskifti, umframt samsýning fyri dystir og part í atgongumerkjainntøkum. DBU hevur ikki megnað at ganga krøvunum hjá leikarasambandinum á møti, og tískil er dysturin hjá danska kvinnulandsliðnum móti Hollandi nú avlýstur.

Heimasíðan hjá DBU upplýsir, at DBU bjóðaði sær at hækka leikarasamsýningina við 46%, men at leikarasambandið helt fast við kravið um eina hækking uppá 342%.

Hetta er ein trupul støða, tí umframt hendan dystin skal kvinnulandsliðið eisini spæla ímóti Ungarn í undanumfarinum til HM. Hesin dysturin skal spælast um eina viku, og um ósemjan ikki er loyst áðrenn tað, noyðist Danmark at senda eitt lið avstað uttan kendar profilar.

placeholder

Tað opna sárið

Tað opna sárið

Misnýtsla av dreingjum er møguliga tað størsta tabuevnið - møguliga tað mest umráðandi evnið og sárini eru djúp

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður