Orð og tónar í Norðurlandahúsinum leygardagin

Orð og tónar í Norðurlandahúsinum leygardagin

2017-11-24 10:53 Author image
Innsent

Orð og tónar verða á bókadøgunum í Norðurlandahúsinum leygardagin 25. november kl. 17-19

Skráin fevnir breitt. Frá nýggjari debutskaldsøgu, um nýggja føroyska kirkjulist til samrøðu við okkara fyrsta stórmeistara í talvi, sum er aktuellur við nýggjari bók.

Løtan verður skipað soleiðis:

BOÐSKAPURIN Í TRÆNUM: Vit fáa eitt prát millum Edward Fuglø og Nils Orth um kirkjulistina í Christianskirkjuni. Saman við myndum á stórskíggja, sum fyri ein part verða greinaðar, fara vit eina ferð

TÁ IÐ TRØLLINI FARA Á FLOG er er ein lýrisk frásøgn, sum fer fram í Føroyum. Hetta er debutskaldsøga eftir høvundin Fríð. Bókin kom út á donskum í 2015, men er nú týdd. Bókin verður umrødd, og brot verða lisin upp.

Kvøldið endar við einum práti millum Suna Merkistein og Helga Dam Ziska um longu leiðina fram til stórmeistaraheitið – heilt frá byrjan. Bókin eitur Í FRAMLOPI, og er hetta er hugtakandi søga um føroyska stórmeistaran.

Inn ímillum hvørja framløgu verður tónleikur sum Ólavur Jacobsen og Monica Stauss standa fyri.

Meira langlesnaður