ÓMEGD verður frumsýndur á Tjóðpallinum

Mynd: Innsend

ÓMEGD verður frumsýndur á Tjóðpallinum

2017-08-28 09:00 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Í 2013 útgav Súsanna Skaalum, sálarfrøðingur, bókina "Um bara hann sló meg". Bókin snúði seg um fimm forteljingar frá Kvinnuhúsinum, ið allar greiddu frá ymsum sløgum av harðskapi, enn bert tí likamliga. Tí ósjónliga, sárarliga harðskapinum.

Leikurin ÓMEGD, skrivaður av Kristinu Sundar Hansen, er ein remidiering av hesi bókini. Ein remidiering er "ein endurnýtsla av innihaldi úr einum miðli í einum øðrum miðli". Leikurin fer at taka tvær søgur av teimum fimm, úr bókini hjá Súsonnu Skaalum, og seta tær á pall. 

Leikurin snýr seg um trý fólk, tvær kvinnur og ein mann, ið siga sínar søgur um teirra lív í parløgum, har samljóð ikki er millum partarnar um at geva seg yvir til, ella hava virðing fyri hvør øðrum. Frásagnirnar í leikinum byggja allar á veruligar hendingar, og siga tær frá, hvat hendir, tá parlagið fer av kós, og harðskapurin tekur yvir.

Leikararnir í ÓMEGD eru: Gunnvá Zachariasen, Kristina S. Ougaard og Hans Tórgarð.

Leikrit og leikstjórn er eftir Kristinu Sundar Hansen. Pallmynd og búnar eftir Hansinu Iversen. Tónleikur og ljóðmynd, Jón McBirnie. Ljósdesign og video, Turpin Napoleon Djurhuus. Dramaturgur er Barbara Hentze í Stórustovu.

Leikurin verður frumsýndur tann 9. septembur á Tjóðpalli Føroya

placeholder

Tað opna sárið

Tað opna sárið

Misnýtsla av dreingjum er møguliga tað størsta tabuevnið - møguliga tað mest umráðandi evnið og sárini eru djúp

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður