ÓMEGD rakar fólk í hjartað

ÓMEGD rakar fólk í hjartað

2017-09-29 10:43 Author image
Innsent

Nú verður seinasti møguleiki at uppliva væl fagnaða leikin ÓMEGD eftir Kristinu Sundar Hansen. ÓMEGD er bygdur á veruligar hendingar úr metsølubókini “Um bara hann sló meg”, eftir Súsonnu O. Skaale, sum í einum setti harðskap í parlagnum ovast á breddan. Ein leikur um, hvussu menniskju megna at reisa seg og finna vegin úr harðskapi í parlagnum.

Leikurin snýr seg um trý fólk, tvær kvinnur og ein mann, ið siga sínar søgur um teirra lív í við harðskapi í parlagnum, men eisini um, hvussu tey funnu vegin úr harðskapinum. Frásagnirnar í leikinum byggja allar á veruligar hendingar, og siga frá, hvat hendir, tá parlagið fer av kós, og harðskapurin tekur yvir.

Leikurin hevur varpað ljós á eitt týdningarmikið og aktuelt evnið, sum hevur rakt beint í hjartað hjá bæði áskoðarum og ummælarum.

"Hetta er sterkur løgur. Sterkar kenslur. Og naivar. Hvørt um annað. Tí soleiðis er menniskja, ið ber møguleikarnar fyri tí góða og tí ónda í sær." 
- Jákup Bogi Joensen

"ÓMEGD er ein sterk og sjálvrannsakandi uppliving at fáa egnan veruleika remedieraðan beint í høvdið. Okkara egna veruleika. Tað er sjónleikur sum er beint frammaná." 
- Birgir Kruse

“Ein leikur, ið er verdur at hyggja eftir - sum brýtur tøgnina og hálar blusuermuna upp.”
- Ingun Christensen

R R R R R R
“Hóast hetta bert var ein leikur, so kendist tað ógvuliga veruligt og ótespiligt.”
- Röddin, KvF

Tvær eykasýningar verða sunnukvøldið 1. oktober kl. 18 og týsdagin 3. oktober kl. 19.30

Leikarar: Gunnvá Zachariasen, Kristina Sørensen Ougaard,  Hans Tórgarð

Leikrit: Kristina Sundar Hansen
Leikstjórn: Kristina Sundar Hansen
Pallmynd og búnar: Hansina Iversen
Tónleikur: Kim Hansen
Ljóðmynd: Jón McBirnie
Ljósdesign og video: Turpin Napoleon Djurhuus
Dramaturgur: Barbara Hentze í Stórustovu

Meira langlesnaður