Ókeypis sálarfrøðilig hjálp kann gerast ein møguleiki í Danmark

Mynd: Visualhunt

Ókeypis sálarfrøðilig hjálp kann gerast ein møguleiki í Danmark

2017-09-04 14:31 Author image
Turið Nolsøe

Stóra talið av dønum, ið verða sjúkir av angist ella tynglyndi á hvørjum ári, er ein samfelagstrupulleiki. Tøl frá danska heilsustýrinum vísa t.d. at angist er vorðin høvuðsorsøkin til fyritíðareftirløn í Danmark. Sjúkrameldingar eru kostnaðarmiklar fyri landið, og tískil kann tað verða ein góð íløga at bjóða ókeypis sálarfrøðiliga hjálp. 

Hetta meta danskir granskarar, sambært dagblaðnum Information, ið taka útgangsstøði í einari stórari enskari granskingarverkætlan. Verkætlanin hevur síðan 2008 bjóða fólki við angist og tunglyndi ókeypis viðgerð, og mett verður at útreiðslurnar til viðgerð fara at løna seg í longdini, tá minkað verður um innleggingar og fólk skjótari venda aftur til arbeiðsmarknaðin. Harumframt er 

Eitt fleirtal í Fólkatinginum er sinnað at stuðla eini líknandi verkætlan í Danmark. Bæði danski Javnaðarflokkurin, Vinstriflokkurin, Danski Fólkaflokkurin, Sosialistiski Fólkaflokkurin, Tey Radikalu og Alternativið eru jaliga sinnaðir.

placeholder

Tað opna sárið

Tað opna sárið

Misnýtsla av dreingjum er møguliga tað størsta tabuevnið - møguliga tað mest umráðandi evnið og sárini eru djúp

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður