Ókeypis fyrilestrar um plastdáking

Mynd: torshavn.fo

Ókeypis fyrilestrar um plastdáking

2017-04-23 09:43 Author image
Dimma

Umhvørvisvikan í Tórshavnar kommunu verður sett 26. apríl, og tað verður forkvinnan í Náttúru- og umhvørvisnevndini, Turið Horn, ið setir vikuna á evniskvøldi í Reinsarínum um plastdálking. 
Heimasíðan hjá kommuni skrivar, at síðani fer Jóhannis Danielsen, lívfrøðingur á Fróðskaparsetrinum, at tosa um plastdálking í sjónum og tess skaðiligu árinini. Og Henrik Beha Pedersen frá Plastic Change fer at tosa um plastdálking. 
Henrik Beha Pedersen er umhvørvislívfrøðingur og íverkseti. Hann hevur stovnað NGO felagsskapin Plastic Change, hvørs endamál er at skjalprógva plastdálking í høvunum. Hann kunnar saman við hinum í felagsskapinum almenningin, ídnaðin og politikarar um plasttrupulleikar. Felagsskapurin leggur dent á at miðla ymiskar loysnir, sum kunnu steðga umfatandi plastdálkingini í heiminum. 
Fyrilestrarnir verða mikukvøldið 26. apríl klokkan 19:00 í Reinsarínum. Tiltakið er ókeypis.

 Kelda og lesið meir á torshavn.fo

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður