Oddagrein: Tín marglætisferð – mín vanlukka

Oddagrein: Tín marglætisferð – mín vanlukka

2017-09-01 10:30 Author image
Georg L. Petersen

Í 1982 legði ein av legendunum í donskum fakfelagspolitikki, Thomas Nielsen, frá sær, eftir at hava staðið á odda fyri LO frá 1967. Hann helt eina talu, sum neyvan verður gloymd í fakfelagsrørsluni, har hann reksaði úrslitini upp, sum vóru nádd hesi árini. Og serliga setningurin “vi har sejret ad helvede til” gjørdist eitt hugtak í danska málinum. Sigrarnir høvdu verið so nógvir, at trupult var at seta sær nýggj stór mál, hóast okkurt var, sum fakfelagsrørslan ongantíð rakk, millum annað búskaparligt fólkaræði.

Hvussu er og ikki, so kunnu vit staðfesta, at orðini hjá Thomas Nielsen kunnu tengjast at føroysku ferðavinnuni. Í nógv harrans ár hevur verið tosað um at menna ferðavinnuna, men tað hevur gingið striltið. Smyril Line og Atlantsflog hava gingið á odda, men onkuntíð hava brotasjógvar næstan forkomið okkum hesi flutningsfeløg, sum eru so týðandi í hesum samanhangi. Men nú loysnaði – um tað er eitt altjóða rák, sum hevur rakt okkum, ella tað er Visit Faroe Islands, sum eiga æruna saman við flutningsfeløgunum, ber til at kjakast um, men tað er so hent síðan Visit Faroe Islands sá dagsins ljós fyri nøkrum árum síðan.

Og nú floyma ferðafólkini inn yvir okkum, uttan at vit heilt eru klár at taka ímóti. Søluherrópini um at landið er “untouched” og “unspoiled” eru um at verða útholaði, nú ferðafólkini eru so nógv, at fólk kring landið eru farin at gera vart við sína ónøgd. Økini eru snøgt sagt ikki klár at taka ímóti, tí helst hevði eingin væntað hesi nógvu ferðafólkini.

Støðan í Føroyum líkist henni í øðrum londum, sum vit eisini vísa á í grein í blaðnum ídag. Í Barcelona hava mótmælisgongur verið við herrópinum “Tín marglætisferð, mín vanlukka”. Í Dubrovnik í Kroatia hevur býarstýrið eisini sett avmarkingar um, hvussu nógv sleppa inn í gamla býarpartin.

Her verður tosað og upprit lagt fyri á landsstýrisfundi, alt meðan onkur í Saksun er farin at styggja fólk við seyðabyrsu. Her má handlast skjótt, tí neyvan nakar er í iva um, at ein væl skipað ferðavinna kann gerast týðandi íkast til okkara annars so viðbrekna búskap.

Tað ræður um at smíða, meðan jarnið er heitt, og ansa eftir, at hesin inntøkumøguleiki ikki gleppur okkum av hondum av berum kleyvarskapi.

 

placeholder

Tað opna sárið

Tað opna sárið

Misnýtsla av dreingjum er møguliga tað størsta tabuevnið - møguliga tað mest umráðandi evnið og sárini eru djúp

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður