Oddagrein: Stórt misálit

Oddagrein: Stórt misálit

2017-09-29 09:30 Author image
Georg L. Petersen

Í vikuni bórust tíðindini um, at fyrrverandi stjórin í Betri-samtakinum hevði fingið eitt gylt lógvatak, tá hann fór úr stjórastarvinum fyrr í ár. Ikki minni 8,9 milliónir krónur umframt nakað afturat. Grundgevingin hjá nevndini var, at hann hevði gjørt eitt so gott arbeiði fyri samtakið, og at hann hevði røkt fleiri stjórasessir samstundis. Og so helt nevndarformaðurin fyri, at stjórin sjálvur hevði sagt upp, hóast gylta lógvatakið var rindað eftir einum leisti, sum varð ætlaður eini uppsøgn.

Her hongur líkasum ikki saman hjá Betri. Útsøgnin hjá nevndini um málið peikar í allar ættir, líkasum at okkurt skal fjalast – og hví skal ein stjóri, sum eftir øllum at døma er uppsagdur, lønast við einum so gyltum lógvataki?

Tað kann væl vera, at stjórin innanhýsis gjørdi eitt gott arbeiði í samtakinum Betri, men tey flestu mugu ásanna, at samskiftið úteftir ikki virkaði sum tað skuldi. Um hann hevði rætt ella ikki í sínum samanbrestum við Kringvarpið skulu vit ikki taka støðu til, men lítil ivi man vera um, at skattamálið gav nakrar álvarsamar skøvur í lakkið hjá samtakinum. At stjórin og leiðslan í samtakinum so valdu at broyta bygnaðin á stovninum beint ímóti tí sum landsstýrismaðurin hevði víst á sum ein álvarsaman trupulleika stutt frammanundan, gav eisini ein fatan av bankanum og stjóranum sum arrogantar og hevjaðar upp um allan lóg og rætt.

Ein banki sum Betri, sum varð bjargaður av ymiskum bankapakkum og hekk í einum klønum tráð, eigur sum tað fyrsta at vísa seg sum ein eyðmjúkan viðspælara í samfelagnum. Hann hevur kostað nógvum føroyingum hópin av pengum, tá tey valdu antin at keypa partabrøv í bankanum ella gera íløgur í sonevnd trygg virðisbrøv, sum eftirfylgjandi vístu seg virðisleys. Var tað ikki fyri bankapakkar og tryggingartakarar, so var bankin heldur ikki til í dag. Tað nyttar einki at vísa á, at tað var gamli Eik Banki sum átti syndirnar – Eik er Betri, og Betri hevur eina ábyrgd.

Sum nú er, hevur bankin mist trúvirði. Fyrst letur hann hánt um politiska myndugleikan, síðan bronglar hann skattamálið og at enda gevur hann stjóranum eitt gylt lógvatak, sum er roknað út eftir eini uppsøgn, men heldur fast við, at stjórin sjálvur er farin. Har er einki trúvirði eftir. Hví ikki spæla við opnum kortum?

placeholder

So steinorðini rapa

So steinorðini rapa

Tóroddur Poulsen er kritiski útisetin, sum prikar og provokerar, men hann er eisini smæðin og sárur

Author image Emil Jacobsen
Partafelagið Føroyar

Partafelagið Føroyar

Fiskivinnunýskipanin skal steðga spekulatión við rættindum og útlendingar skulu út - úrslitið kann gerast eitt stórt monopol

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður