Oddagrein: Sjálvbodnar eldsálir

Oddagrein: Sjálvbodnar eldsálir

2018-01-12 10:19 Author image
Leif Láadal

 

Í blaðnum í dag er samrøða, ella vangamynd, av einum av sterku lokalu kreftunum í Norðoyggjum. Hann er bara ein av mongum, sum kring landið gera nógv fyri at onnur skulu kunna hava eitt betri lív og trívast, har tey eru.

Í dagsins samfelag, har hjólini viðhvørt hava tað við at rulla í so skjótt, er tað gott at frætta um fólk, sum hava áhuga og orku til at gera nakað fyri onnur, sum ikki bara verður gjørt við vinningi fyri eyga.

Tað eru ikki øll, sum duga ella tíma at hjálpa, og tey skulu so hava frælsi til at gera tað, sum tey vilja. Men meldar tú teg uttanfyri, tá tað snýr seg um at lata eitt sindur aftur, so er spurningurin, hvussu nógv tíma at lurta eftir tær, um tú finst at onkrum. "Ger okkurt sjálv ella sjálvur", verður kanska svarað, um ein av teimum, sum ikki letur so nógv, hevur hug at finnast at. Og tó at hetta kann tykjast sum ein ófólkalig viðmerking, so er okkurt í tí. Brúkar tú tíð upp á onnur, uttan at tað skal geva tær persónligar fyrimunir, fært tú sum frá líður – um ikki nakrar fyrimunir, so í hvussu so er størri virðing.

Kring landið eru túndtals fólk, sum dagliga hjálpa. Hetta er serliga sjónligt í ítróttar- og frítiðarheiminum, har sjálvboðin eru venjarar og leiðarar. Ofta er tað tí, at tey sjálvi hava børn, sum ganga til ymisk frítíðarítriv, men hetta er ikki altíð so. Tað kann vera at tað byrjaði, tá børnini vóru har, men tú sært ofta, at nógvir venjarar og liðleiðarar halda fram, eftir at børnini hjá viðkomandi eru blivin vaksin. Hví tað? Jú, tað er hetta við at fáa nakað afturfyri at geva. At kunna liva eitt lív við góðari samvitsku. Eitt samfelag, sum er somikið lítið sum Føroyar, hevði verið ómetaliga nógv fátækari, um ikki hesi fólk gjørdu tað, sum tey gera. Um alt skuldi verið gjørt upp í pengum ella fyrimunum hjá teimum, sum hjálpa, vildi ikki verið serliga liviligt í okkara landi.

Meira langlesnaður