Oddagrein: Sálin hvarv í kappingini

Mynd: visualhunt.com

Oddagrein: Sálin hvarv í kappingini

2017-08-25 10:00 Author image
Georg L. Petersen

Tað var longu í februar mánaði í 2016, at Atlantsflog kunngjørdi, at felagið valdi at skerja gomlu tænastuna við ókeypis mati og drekka umborð burtur. Grundgevingin var, at nú skuldu ferðaseðlaprísirnir setast niður, og at hetta var ein partur av átakinum. Alt hetta hendi, áðrenn SAS kom inn í myndina sum kappingarneyti.

Longu tá vóru tað fleiri sum vístu á, at hetta var at gera seg inn á sálina í flogfelagnum, sum vit øll kenna ognarskap av. Í oddagrein 12. februar 2016 vístu vit á, at hetta helst var fyrsta stigið at býta ferðafólk upp millum 1. og 2. floks ferðandi, sum Mærsk hevði roynt í síni tíð við ringum úrsliti. Tá svaraði Atlantsflog ikki aftur við at gera tað sama sum kappingarneytin, og tað var nakað sum vann í síðsta enda – og nakað eftir hvarv Mærsk sum kappingarneyti hjá Atlantsflog. Føroyingar funnu seg snøgt sagt ikki í at verða bólkaðir. Í luftini vóru vit øll líka, og Atlantsflog vann við at bjóða fjøldini tænastur heldur enn teimum útvaldu.

Hetta var líkasum sálin í felagnum, sum ikki var sum hini. Og tað var sympatiskt og væl móttikið.

Nú hevur Atlantsflog so valt at fara somu leið sum hini – í fyrstu syftu sum SAS. Fyrst hvarv matur og drekka sum ókeypis tænasta, men so kom tænastan aftur til tey fáu. Eitt er, at tú umvegis eina loyalitetsskipan kanst vinna tær stig og sum frálíður fáa fyrimunir, men føroyska flogfelagið valdi nøkur út í fyrstu atløgu – og tað var eitt kiks av dimensjónum. Stjórin royndi at verja seg við, at tey ikki gjørdu mun á fólki, bara ferðaseðlum – tey útvaldu skuldu nevniliga ikki sita fyri seg, men millum onnur. Hetta var helst meira ein roynd at verja hesi fólk frá at sita til almenna skoðan á fyrstu røð, tá fjøldin kemur umborð – neyvan var grundgevingin, at munur ikki skuldi gerast á fólki.

Í hvussu er kann staðfestast, at Atlantsflog nú er eitt flogfelag sum øll onnur við tí eina undantaki, at flogskiparin á føroyskum sigur “vælkomin heim” tá Airbussurin setir seg í Vágum. Og loyalitetsskipanin, sum skuldi knýta fólki at felagnum, hevði júst øvugta ávirkan. Tað er nokkso illa avstaðfarið. Sálin líkasum hvarv í kappingini.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður