Oddagrein: Hol undir landið

Oddagrein: Hol undir landið

2017-09-08 18:11 Author image
Emil Jacobsen

Orðaskiftið um at knýta Suðuroynna upp í restina av landinum við einum undirsjóvartunli hevur av álvara tikið dik á seg. Tá Sandoyartunnilin er liðugur, verður Suðuroyggin einasta stóra økið, sum ikki hevur vegasamband við restina av landinum.

Einki er at ivast í, at ein tunnil til Suðuroyar er ein størri avbjóðing enn teir undirsjóvartunlar, sum higartil eru gjørdir her á landi. Hann verður longri enn hinir, og harvið verður eisini talan um eina kostnaðarmikla verkætlan.

Landsverk metir, at ein – ella tveir – tunlar til Suðuroynna fara at kosta 3,1 milliard krónur. Tað er ikki smápengar, men um vit brúka verandi undirsjóvartunlar sum fyrimynd, so hevur tað víst seg, at tunlarnir rinda seg sjálvar inn aftur eftir nøkrum árum. Og samstundis er talan um eina varandi íløgu í undirstøðukervið. Tað man neyvan vera nakar, sum í dag heldur Vágatunnilin og Norðoyatunnilin vera svakar og óneyðugar íløgur.

Ein Suðuroyartunnil fer eisini at føra sonevndar avleiddar verkætlanir við sær. Tann størsta av hesum verður ein nýggjur Sandvíkartunnil, tí verandi tunnil er ikki hóskandi til ta ferðslu, sum ein undirsjóvartunnil hevði havt við sær. Sandvíkar- og Hvalbiartunnilin eru teir elstu í landinum og hava leingi verið ótíðarhóskandi, so her hevði kortini verið neyðugt við nýggjum tunlum fyrr ella seinni.

Og sum Hendrik Old, landsstýrismaður, hevur ført fram, so fer ein nýggjur Smyril um eini 15 ár (um verandi Smyril siglir líka leingi sum tann undanfarni) at kosta minst eina milliard, sum er ein triðingur av tunnilskostnaðinum.

Ein undirsjóvartunnil til meginøkið fer at merkja stórar broytingar fyri Suðuroynna. Sum vit sóu í sjónvarpinum mánakvøldið, eru allir suðuroyingar ikki so fegnir um ætlanina, men fyri vinnulívið í oynni fer ein tunnil at bøta munandi um umstøðurnar – og tað er vinnulívið, sum gevur arbeiðspláss og harvið skattainntøkur.

Tað tykist náttúrligt, at tunnilsverkætlanirnar, sum byrjaðu við Vágatunlinum, halda fram, til alt landið – nakrar útoyggjar undantiknar – er bundið saman í vegakervinum. Við føstum sambandi til Suðuroyar verða 99% av føroyingum bundnir saman í eitt felags vegakervi.

Og tá Suðuroyartunnilin so er gjørdur, eru eingir undirsjóvartunlar eftir at gera í Føroyum. Tá er liðugt.

 

placeholder

Tað opna sárið

Tað opna sárið

Misnýtsla av dreingjum er møguliga tað størsta tabuevnið - møguliga tað mest umráðandi evnið og sárini eru djúp

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður