Oddagrein: Føroyskur matur á heimskortið

Oddagrein: Føroyskur matur á heimskortið

2017-12-01 12:06 Author image
Leif Láadal

Hvør skuldi trúð tí. At tari, igulker, øður og enntá rivin ráur saltfiskur fóru at verða etin á føroyskum matstovum við stórari frægd.

Seinnu árini hava vit upplivað so stórar broytingar innan tað matlistarliga, at tað onkuntíð kann vera torført at fylgja við. Og einki bendir á, at hendan menning fer at slakka av - heldur verður tað øvugt. Heldur verður tað, at serstøku føroysku rávørurnar fara at verða enn meiri útbreiddar á matstovum, í handlum og heima í køkinum hjá tí einstaka.

Nú um dagarnar frættist, at fólk frá heimskendu matstovuni NOMA, sum hevur ligið still eina tíð og er í ferð við at byrja aftur, enn einaferð vóru í Føroyum og leitaðu sær íblástur til nýggju matskrá sína.

Her er kanska neyðugt at steðga á eina løtu. Vit hava altso umboð fyri eina matstovu, sum áðrenn hon tók ein steðg fyri smáum tveimum árum síðani, fleiri ferðir varð kosin til heimsins bestu matstovu, og hon hevði eisini tríggjar Michelin-stjørnur, tá hon læt aftur. Tað eru hesi fólk, sum nú aftur koma hendanveg fyri at leita eftir føroyskur rávørum. Tað svarar til, at bestu filmsleikstjórar í heiminum koma hendanveg fyri at leita eftir "locations", altso støðum, har filmurin skal takast upp. Tað svarar til, at heimsins størsti framleiðari av vindmyllum velur Føroyar til at vera royndarland í sambandi við onkra serliga góða - ja, kanska heimsins bestu - vindmyllu og so framvegis.

Tað hevur tikið sína tíð at koma her til, og nógvar eldsálir kring landið hava drivið verkið. Politiski myndugleikin hevur ikki altíð klárað at fylgt so væl við, men á tí økinum er ein ávísur bati at hóma. Tí hví skal tað ikki bera til á matstovu at borðreiða við øllum tí, sum verður turkað ella ræsað í einum vanligum góðum føroyskum hjalli ella selja tað undir vanligum umstøðum í handli. Viðhvørt verður skyldað upp á ES-reglur, men hesar reglur eru sum oftast bara handilsforðingar, har ES vil verja sín egna heimamarknað. Ein lítil bóndi í Norðuritalia hevur ongar trupulleikar við at selja allar sínar vørur, sum kanska enntá eru gjørdar í lítla fjósi hansara, til bæði matstovur og handlar.

Við vaksandi áhuganum hjá føroyingum fyri tí matlistarliga og vaksandi tali av ferðafólki verður spennandi at fylgja gongdini næstu árini.

Meira langlesnaður