Oddagrein: Ein 25 ára gomul áminning

Oddagrein: Ein 25 ára gomul áminning

2017-10-06 12:07 Author image
Georg L. Petersen

Tann 6. oktober fyri 25 árum síðan var ein svartur dagur í Føroya søgu, tá vit vaknaðu við kaldan dreym og máttu ásanna, at føroyska samfelagið var á veg út av egggini. Bankarnir vóru komnir í so stórar trupulleikar, at vit ongan livandi møguleika høvdu at hóra undan uttan við hjálp úr Danmark. Tað var eyðmýkjandi og vanvirðiligt, men ábyrgdin fyri støðuna lá í Føroyum, og nú máttu onnur koma at fortelja okkum, hvar skápið skuldi standa.

Ein av teimum fáu, sum ikki turkaði skuldina yvir á onnur, var formaðurin í nevndini í Sjóvinnubankanum, Birgir Danielsen, sáli. Hann pyntaði ikki upp á veruleikan og segði, at støðan í bankanum speglaði støðuna í samfelagnum – eingin kundi renna undan ábyrgdini.

Ein rúgvu av sjúkueyðkennum høvdu leingi verið sjónlig, hóast eingin veruliga vildi siga sum var. Politiski myndugleikin segði, at uttanlandsskuldin fyri tað mesta var privat og ikki almenn, og at tí var eingin vandi á ferð. Men so lætt spældi klaverið ikki, tí tað almenna veðhelt fyri eini rúgvu av skipaverkætlanum og bankarnir høvdu spent seg ov hart fyri – og vit hava eisini seinni ásannað, at tá bankar koma í trupulleikar, so er tað líkamikið um teir eru privatir ella ei, tí samfelagið kann ikki vera teir fyriuttan og má traðka til. Og tá heilar vinnur á privata marknaðinum fara av knóranum, so má tað almennna eisini traðka til, tí týdningurin av teimum er ov stórur fyri samfelagið at lata fara. Ein avleiðing í 90-unum var Fiskavirking, sum varð hildið koyrandi við almennari uppílegging so alt vinnuvirksemi ikki fór í svart.

Tá kreppan rakti aðru ferð í 2008, rakti hon eisini aðrastaðni enn í Føroyum, og Eik varð bjargaður av Finansiel Stabilitet, sum eisini bara kundi latið vera við at hjálpt – men avleiðingin hevði verið ov ógvuslig fyri samfelagið.

Ein lærdómur burdi verið, at okkara politikarar altíð eru varugir við, at einstakar fyritøkur kunnu kollrenna samfelagið, um tær gerast ov stórar til bara at falla. Tað er trupult at stýra og krevur politiskt hegni at fyrireika seg upp á hetta – men læran frá 1992 er, at tað er neyðugt at binda um heilan fingur.

placeholder

So steinorðini rapa

So steinorðini rapa

Tóroddur Poulsen er kritiski útisetin, sum prikar og provokerar, men hann er eisini smæðin og sárur

Author image Emil Jacobsen
Partafelagið Føroyar

Partafelagið Føroyar

Fiskivinnunýskipanin skal steðga spekulatión við rættindum og útlendingar skulu út - úrslitið kann gerast eitt stórt monopol

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður