Nýtt dagtilboð til børn og ung á psykiatriska deplinum

Nýtt dagtilboð til børn og ung á psykiatriska deplinum

2017-10-01 08:55 Author image
Innsent

Tænastan til børn og ung við sálarsjúku verður styrkt munandi við nýggjum dagtilboði á Landssjúkrahúsinum. Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2018 er peningur eisini til ein serlækna í barna- og ungdómspsykiatri aftrat, sum byrjar í vár.

Endamálið við dagtilboðnum er at styrkja viðgerðartilboðini til børn og ung, sum millum annað stríðast við ótta, tunglyndi og etingarólag. Eftir ætlan kann hetta eisini vera við at byrgja fyri innleggingum av børnum og ungum.

Í viðmerking sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum:

“Tað er eitt týðandi mál hjá mær og samgonguni at styrkja tilboðini til børn og ung við sálarligum avbjóðingum. Alt fleiri børn og ung hava tørv á tænastum frá psykiatriini og ávísingarnar frá kommunulækna eru meira enn tvífaldaðar seinast fimm árini.

Tí fegnist eg um stóru raðfestingarnar í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2018. Nýggja dagtilboðið og nýggi serlæknin fara at gera góðan mun fyri børnini og tey ungu”.

Stór menning hevur verið á psykiatriska økinum seinnu árini og tilboðini til tey, ið stríðast við sálarsjúku, eru støðugt vorðin fleiri.

Eisini hevur sokallaða serlæknapuljan, sum núverandi samgonga tók stig til, gjørt stóran mun. Fyri fáum árum síðani var bara ein psykiatari í føstum starvi í Føroyum. Í vár verða tilsamans fimm. Tríggir í vaksinpsykiatriini og - sum nevnt - tveir barna- og ungdómspsykiatarar.

 

Meira langlesnaður