Nýggja høvuðssætið hjá Almannaverkinum tikið í nýtslu

Nýggja høvuðssætið á Staravegi 18 í Havn.

Nýggja høvuðssætið hjá Almannaverkinum tikið í nýtslu

2017-09-03 12:38 Author image
Innsent

Almannaverkið hevur saman við byggiharranum teknað og lagt nýggja bygningin til rættis. Høvuðssætið hjá Almannaverkinum verður hitað við hitapumpum, sum standa á takinum á bygninginum. Bygningurin er væl bjálvaður og alt glasið í bygninginum er í trimum løgum, so bygningurin brúkar sum minst av orku. Orkunýtslan í nýggja bygninginum hevur einans verið 9.000 krónur í bæði í juni og juli í ár, meðan kostnaðurin fyri olju og el í gamla høvuðssætinum var í miðal 45.000 krónur um mánaðin.

Men umhvørvið inni er eisini betri. Stóru glasflaturnar tryggja gott ljós, meðan gólvhiti, luftiskiftisskipan og ljóðtálmandi tilfar tryggja, at inni er gott at vera.

Tað er Sp/f Fróði Sigvardsen, sum hevur bygt og leigar bygningin til Almannaverkið. 

 - Vit hava fingið ein virkisføran og væl innrættaðan bygning til okkara virksemi. Nú er tað upp til okkum at slípa hendan gimsteinin til, so vit fáa sum mest burturúr, segði Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum á almennu móttøkuni seinnapartin.

Nýggi bygningurin hevur givið Almannaverkinum høvi at broyta ymisk viðurskifti til tað betra. Eitt nú verður farið frá opnum skrivstovuumhvørvi til skrivstovur, tí tað hóskar betri til virksemið hjá Almannaverkinum. 

 - Broytingin hevur við sær, at vit skulu arbeiða á ein annan hátt og tað tekur tíð at venja seg við. Eitt nú skulu vit hava nýggjar “húsreglur”, sum tryggja sosialu samveruna millum starvsfólkini, sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum. 

 

placeholder

Tað opna sárið

Tað opna sárið

Misnýtsla av dreingjum er møguliga tað størsta tabuevnið - møguliga tað mest umráðandi evnið og sárini eru djúp

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður