Nýggj innspæling fær øði í fólk

Nýggj innspæling fær øði í fólk

2017-09-02 16:11 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Amerikonsku leikstjórarnir Scott McGehee og David Seigel hava júst undirskrivað sáttmála við Warner Brothers um at innspæla kenda klassikaran "Lord of the Flies" av nýggjum. Hetta er triðja film-innspælingin av bókaklassikaranum, sum snýr seg um nakrar dreingir ið vera fangaðir á eini oydnari oyggj. Teir royna at byggja eitt samfelag upp fyri seg sjálvar, men tá hetta ikki eydnast gerast teir alsamt meira harðligir, ómenniskjasligir, og fremja bæði morð og tortur.

Bókin er blivin innspæld fyrr, bæði í 1963 og 1990. Innspælingin hjá McGehee og Seigel verður tó øðrvísi á ein grundleggjandi hátt. Ístaðin fyri at tað eru dreingir ið eru fangaðir á oynni, eru tað ístaðin bara gentur. Hetta hevur fingið øði í nógv fólk á sosialu miðlunum, so sum Twitter. M.a. verður sagt, at bókin er ein kritikkur av harðbalna maskuliniteti, og at tann nýggja innspælingin tískil missir alt hetta aspektið. 


Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður