Nýggj bók frá Jógvan Arge

Nýggj bók frá Jógvan Arge

2017-10-05 11:52 Author image
Innsent

“Journalistur og útvarpsmaður” er heitið á bókini, sum Jógvan Arge gevur út í hesum døgum. Hetta er tann triðja bókini í røðini Mín krýnika, sum hann fór undir fyri tveimum árum síðani.

Á nýggjárinum vóru 50 ár síðani Jógvan Arge byrjaði sum journalistur. Fyrstu árini var hann næmingur á størstu donsku tíðindastovuni Ritzaus Bureau í hjartanum í Keypmannahavn. Síðani hevur hann verið í føstum starvi í Útvarpi og Kringvarpi Føroya til 30. juni 2017.

Við sínum lætta penni sigur hann nú frá fyrstu tíðini í yrkinum. Ritzau var ein stór og larmandi redaksjón. Har var fult av telexum, sum bóru uttanlandstíðindi frá Reuter, AFP og DPA, og heimatíðindum úr øllum heraðshornum í Danmark.

Fólk var á vakt allan sólarringin gerandis sum heilagt. Framleiðslan úr floyminum varð latin øllum danska tíðindaheiminum at nýta, og Ritzau legði dent á greið og skjót tíðindi uttan liðhall.

Jógvan skifti ímillum tíðindi uttanlands og innanlands, kriminaltilfar og ítróttatíðindi. Eitt hálvt ár var hann á Danmarkar Journalistháskúla í Århus, har nógvur íblástur var at veiða.

Hann var á ferð til Kiel, Lu:neburger Heide, Bergen Belsen, Hamburg, Vestur Berlin, Køln, Bonn og Bruxelles. Fyri útvarpið var hann til fótbólt í Reykjavík og Stokkhólmi og segði frá fyrstu mannaðu mánaferðini í 1969 úr Keypmannahavn. Tað var eitt langt tørn.

Stríð var um føroyaflúgvingina, Jens Otto Krag var á føroyingafundi á Kannibalinum, bardagar vóru við amerikonsku sendistovuna í mótmælisgongu móti Vietnamkrígnum. Jógvan var á føroyaferð við Fríðriki kongi, rok var um kjakleikin Færinger-Frænder á Fiol-Teatrinum og hildið varð lítið um sjónvarpssendingar, sum danir gjørdu úr Føroyum.

Í bókini eru nógvar myndir og dømi um tíðindi og greinir frá Jógvansa hond í bløðum í Danmark.

Meira langlesnaður