Nýggir nevndarlimir valdir í Betri

Nýggir nevndarlimir valdir í Betri

2017-04-22 11:35 Author image
Dimma

Ársaðalfundir hava verið í Ognarfelag Tryggingartakaranna og restini av Betri samtakinum. Fleiri nýggir limir vórðu valdir í nevndirnar í samtakinum. Nýggjur grannskoðari varð samstundis valdur, upplýsir Betri í tíðindaskrivi.


Ognarfelag Tryggingartakaranna

Tríggir nevndarlimir skuldu veljast til nevndina í Ognarfelag Tryggingartakaranna á aðalfundinum í dag. Nevndin í Ognarfelag Tryggingartakaranna mannar eisini nevndina í Betri P/F, sum er móðurfelag hjá Betri Banka, Betri Trygging, Betri Pensjón og Betri Heim. Umboðsráðið valdi at seta Teitur Poulsen, Gunn Danielsen, meðan Arni D. Brattaberg varð afturvaldur. Karl Birgir Isaksen, Birgir Nielsen og Annika Waag stóðu ikki fyri vali.

Nevndin hevur skipað seg við Birgir Nielsen, sum formanni og Teiti Poulsen sum næstformanni.


Nýggjur grannskoðari valdur

Fyrr í ár varð grannskoðanarvirksemið hjá Betri samtakinum bjóðað út av nýggjum. Allar føroyskar fyritøkur, ið eru førar fyri at loysa hesa stóru uppgávuna, fingu møguleika at bjóða uppá uppgávuna. Grannskoðaravirkini Januar saman við PWC og Numo saman við Deloitte tóku av møguleikanum.

Av innkomnu tilboðunum valdi nevndin at innstilla P/F Januar í Tórshavn og PWC í Danmark. Aðalfundurin atkvøddi fyri. Sostatt fara Januar og PWC at samstarva um alla uttanhýsis grannskoðanina av Betri samtakinum.


Aðalfundir í dóttirfeløgunum

Eisini vórðu hildnir aðalfundir í Betri P/F, Betri Banka, Betri Trygging, Betri Pensjón og Betri Heim í dag.

Í Betri Banka vórðu tveir nýggir nevndarlimir valdir. Tey eru Bjørn Mortensen og Janet Fríða Johannesen. Bjørn Mortensen er fyrrverandi stjóri í Nykredit Bank, og Janet Fríða Johannesen er fyrrverandi stjóri og núverandi ráðgevi í Atlanticon.

Nevndin í Betri Pensjón fekk eisini ein nýggjan nevndarlim á aðalfundinum í dag. Talan er um fyrrverandi stjóran í felagnum, Mortan Poulsen, sum í dag røkir annað starv í samtakinum. Samlað yvirlit yvir allar nevndarlimir hjá Betri samtakinum eru at finna á betri.fo. 

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður