Nú ber til at søkja verkætlanarstuðul frá NORA

Mynd: Innsend

Nú ber til at søkja verkætlanarstuðul frá NORA

2017-09-11 15:19 Author image
Innsent

 

Nú er aftur møguleiki at søkja um stuðul til spennandi verkætlanir. NORA hevur stuðlað nógvum verkætlanum, har eisini føroyskar fyritøkur, stovnar, íverksetar ella onnur hava luttikið. Felags fyri verkætlanirnar er, at talan skal vera um samstarv tvørtur um Norðuratlantshav. Nú er so aftur møguleiki at søkja um stuðul til nýggjar verkætlanir, har samstarvað verður millum tvey ella fleiri av londunum í NORA-økinum: Grønland, Ísland, Føroyar og stranda-Noreg.

Møguleiki er at søkja um í mesta lagi 500.000 kr. um árið í upp til trý ár.

Sambært virkisskránni fyri 2017-2020 skulu viðkomandi verkætlanir virka fyri at gera búskapirnar í útnorðri so ymisligar sum til ber við nýhugsaðum loysnum, og at gera sítt til burðardygga samfelagsmenning í Norðuratlantshavi sambært raðfestingunum í virkisskránni:

  • Skapandi ídnaður
  • Grøn orka
  • Lívbúskapur
  • Burðardygg ferðavinna
  • Kunningar- og samskiftistøkni
  • Vælferðartænastur
  • Trygd/tilbúgving á sjónum

Lesast kann meira um hesar raðfestingarnar á heimasíðuni hjá NORA: www.nora.fo

Umsóknarbløð og vegleiðingar eru somuleiðis at finna á heimasíðuni hjá NORA. Viðkomandi skjølini kunnu so takast niður, fyllast út og síðani sendast til skrivstovuna hjá NORA á noraprojekt@nora.fo

Freistin at søkja er 2. oktobur 2017.

placeholder

Tað opna sárið

Tað opna sárið

Misnýtsla av dreingjum er møguliga tað størsta tabuevnið - møguliga tað mest umráðandi evnið og sárini eru djúp

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður