Norðurlendska Ráðharraráðið vil styrkja arbeiði við burðardygd

Mynd: norden.org / André Jamholt

Norðurlendska Ráðharraráðið vil styrkja arbeiði við burðardygd

2017-09-05 15:45 Author image
Innsent

Endamálið við Generation 2030-ætlanini er, at stuðla Agenda 2030. Serliga á teimum økjum, har Norðurlond ikki eru “best í flokkinum”.

Norðurlendsku samstarvsráðharrarnir, sum týsdagin góðkendu Generation 2030-ætlanina á fundið týsdagin, løgdu dent á, at heimssamfelagið hevur eina felags ábyrgd í at virka fyri at málini fyri burðardygd verða rokkin.

- Tíðarkarmurin er avmarkaður. Heimsins lond hava stutta tíð at taka avgerandi stig fram ímóti eini burðardyggari framtíð, sum ger tað møguligt hjá núverandi og komandi ættarliðum at liva eitt gott lív. Skal tað eydnast, krevur tað samstarv, sigur Frank Bakke-Jensen, sum er formaður fyri norðurlendsku samstarvsráðharrarnar í 2017.

Ætlanin skal gera samstarv og vitanarbýti millum ymisk umboð og ymiskar málbólkar í norðurlendska samfelagnum møguligt. Børn og ung, sum longu eru avgerandi partar í arbeiðinum við burðardygd, eru útnevnd sum serligur málbólkur.

- Tað, at vit hava dirvið at peika á tey øki, har Norðurlond enn mangla menning, hevur vakt stóran ans í vinnulívinum og hjá borgarum, og boðar frá góðum í mun til framhaldandi menningina av ætlanini, staðfestir Frank Bakke-Jensen.

Í Norðurlendska Ráðharraráðnum skal ætlanin skapa samvirkanarárin við tey átøk, ið longu eru og arbeiða fyri at náa málunum fyri burðardygd, sum t.d. Nordic Solutions to Global Challenges.

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður