Norðurkorea sendir umboðsfólk til vetrar OL í Suðurkorea

Mynd: epa.eu

Norðurkorea sendir umboðsfólk til vetrar OL í Suðurkorea

2018-01-09 09:31 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Í seinastuni hevur norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un, gjørt vart við seg á tveimum økjum. Annaðhvørt hevur hann hótt við kjarnorkuknøttum og kríggi, ella hevur hann lagt upp til, at hann fegin vil at Norðurkorea tekur lut í vetrar olympisku leikunum, ið fara fram í Suðurkorea næsta mánaða.

Og hugurin til ta seinna hevur verið so mikið stórur, at tað hevur fingið grannalondini at fundast fyri fyrstu ferð síðan 2015. Fyri góðari viku síðani setti Norðurkorea seg í samband við Suðurkorea gjøgnum eina serliga linju. Hetta bleiv tá kallað eitt diplomatiskt gjøgnumbrot.

Umboð fyri Norður- og Suðurkorea hittust í býnum, Panjunmon, ið liggur við markið millum londini bæði. Avgerð varð tikin um, at Norðurkorea sendir eitt stórt lið til vetrar olympisku leikirnir, í býnum Pyongchang í Suðurkorea næsta mánaða. Har skulu sendast bæði ítróttafólk, listafólk, blaðfólk og áskoðarar.

Suðurkorea hevur skotið upp, at londini bæði skulu ganga lið við lið, undir sama flaggi, til innleiðsluhátíðarhaldið. Seinast tað hendi var í 2006.
Suðurkorea skeyt eisini upp, at meðan leikirnir fóru fram, skuldu familjur, ið eru sundurskildar millum londini, fáa loyvi at koma saman aftur og síggjast.

Ikki er púra greitt hvat Norðurkorea svarar til hesi uppskotini.

Meira langlesnaður