“Norðurkorea biður um kríggj”

Mynd: Visualhunt

“Norðurkorea biður um kríggj”

2017-09-04 18:25 Author image
Turið Nolsøe

“Nokk er nokk”, segði amerikanski sendiharrin í ST, Nikki Haley, á bráboðaða fundinum í Trygdarráðnum mánadag. Hetta boðar The Independent frá. 

“Tíðin er komin at royna allar diplomatiskar møguleikar, áðrenn tað verður ov seint”.

Sambært henni biður Norðurkorea um kríggj við royndarspreingingunum, ið eru farnar fram, og sum mánadag førdu til hernaðarvenjingar í Suðurkorea.

Haley rósti Trygdarráðnum, sum síðsta mánað samtykti harðastu revsitiltøkini ímóti Norðurkorea nakrantíð, og bannaði útflutningi av sjógæti, koli og jarni úr landinum. Hóast hesi revsitiltøk heldur Norðurkorea áfram við royndarspreingingum. 

Hon legði tó dent á, at USA ikki ynskir kríggj, men at landið "ikki hevur óavmarkað tol”. 

Sunnudagin 3. septembur var fundur í Hvítu Húsunum við amerikanska forsetanum, Donald Trump, verjuráðharranum, James Mattis, og einum bólki av herovastum, har teir samráddust um møguligar hernaðarligar loysnir á kreppuna.

placeholder

Tað opna sárið

Tað opna sárið

Misnýtsla av dreingjum er møguliga tað størsta tabuevnið - møguliga tað mest umráðandi evnið og sárini eru djúp

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður