Nógvur kavi avbyrgir skístøð í Alpunum

Nógvur kavi avbyrgir skístøð í Alpunum

2018-01-10 14:16 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Í skíøkinum, Zermatt, í Sveis, bíða umleið 13.000 ferðafólk nú eftir at sleppa heim. Ógvusligur kavi er fallin í Alpunum seinastu tveir dagarnar og hevur ávirkað skístøð í fleiri londum. 

Tey 13.000 ferðafólkini í Zermatt høvdu vónir um, at eitt tok megnaði at koma ígjøgnum kavan í dag, so tey kundu sleppa úr fjøllunum og heim. Men eitt skalvalop hevur nú gjørt tað ógjørligt fyri tokið, at sleppa framat.

Nú kunnu ferðafólkini ístaðin vera flogin úr økinum við tyrlu, um tey vilja gjalda 50 evrir.

Fleiri skíøkir í Sveis og aðrastaðni hava verið noydd at steingja skíðabreytirnar vegna ovurstóra kavan, og vandan fyri skalvalopi.

Meira langlesnaður