Niels í Focus: Kol á krossviði og blandað tøkni á lørift

Niels í Focus: Kol á krossviði og blandað tøkni á lørift

- Tað er áhugavert at arbeiða við klæði, ið hevur fast mynstur ímóti teimum meira organisku formunum í tekning og máling

2017-10-10 12:37 Author image
Leif Láadal

Fríggjadagin 13. oktober klokkan 16 letur ein framsýning við verkum hjá Niels K. T. Jensen upp í Galerie Focus í Lambagerði 1 í Havn.

Framsýningin er opin til 25. oktober, týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18, leygardag kl. 16 til 18, eisini er opið eftir avtalu. Á framsýningini eru 17 verk. Verkini eru at síggja á heimasíðuni www.galeriefocus.com.

(Lesið meira undir myndini)

Niels K. T. Jensen, føddur 1965, býr í Tórshavn. Hann luttók fyrstu fer á Ólavsøkuframmsýningini 1995. Í 1996 sýndi hann fram í Smiðjuni í Lítluvík.

Veturin 1996-97 var hann á klassiska tekniskúla á Ny Carlsberg Glyptotek.

Niels hevur verið við á fleiri Ólavsøkuframmsýningum og á Várframmsýningini 1998.

Hann hevði framsýning í Føroyahúsinum í Keypmannahavn í 2000 og var ein av Fem færinger hjá Birkerød Kunstforening í 2001. Hann hevði framsýning í Smiðjuni í Lítluvík í 2013 og 2015

Niels arbeiðir nógv við koli á krossvið og blandað tøkni á lørift, myndevnið er oftast fólk og andlitsmyndir.

- Tað er áhugavert at arbeiða við klæði, ið hevur fast mynstur ímóti teimum meira organisku formunum í tekning og máling, sigur Niels.

(Teksturin innsendur av Galerie Focus)

So steinorðini rapa

So steinorðini rapa

Tóroddur Poulsen er kritiski útisetin, sum prikar og provokerar, men hann er eisini smæðin og sárur

Author image Emil Jacobsen
Partafelagið Føroyar

Partafelagið Føroyar

Fiskivinnunýskipanin skal steðga spekulatión við rættindum og útlendingar skulu út - úrslitið kann gerast eitt stórt monopol

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður