Nærum eingin lønarmunur millum lærarar og sjúkrarøktarfrøðingar

Nærum eingin lønarmunur millum lærarar og sjúkrarøktarfrøðingar

2017-11-13 18:28 Author image
Innsent

Tá lønarsamanberingar verða gjørdar, er neyðugt at hyggja eftir øllum pørtum í lønini. Ein uppgerð yvir samlaðu lønargjaldingarnar í fjør fyri lærarar og sjúkrarøktarfrøðingar vísir, at munurin á útgoldnari løn einans var 544 krónur um mánaðin, svarandi til 1,43 prosent. Í mars í ár vóru einans 29 krónur á muni millum kostnaðin av einum lærara og einum sjúkrarøktarfrøðingi. 

Í miðlunum hevur verið gjørt nógv burturúr, at stórur munur er á endalønini hjá lærarum og sjúkrarøktarfrøðingum. Rætt er tað, at við einans at hyggja eftir lønartalvuni hjá hesum báðum lønarbólkum, er á pappírinum umleið 4.000 krónur á muni í mánaðarlønini.

Tað gevur tó lítla og onga meining bert at hyggja eftir sjálvari lønartaluni, tí tá samanberingar í lønum verða gjørdar, er neyðugt eisini at hyggja eftir øðrum pørtum av lønini.

Kostnaðurin av einum sjúkrarøktarfrøðingi í mars 2017 var í miðal 39.199 krónur, meðan ein sáttmálasettur lærari í miðal kostaði 39.228 krónur. Við øðrum orðum ein munur á einans 29 krónur um mánaðin.

Orsøkin er, at sjúkrarøktarfrøðingurin fær ótíðargjøld fyri at arbeiða skeivar tíðir.

Ein annar partur av frágreiðingini er, at fleiri sjúkrarøktarfrøðingar fáa førleikaviðbøtur á ávikavist 750, 1.000, 1.250 ella 2.000 krónur um mánaðin. Marsmánaði er valdur sum dømi, tí hesin søguliga hevur verið brúktur til útrokningar í sambandi við sáttmálasamráðingar. Hetta orsakað av, at  hesin mánaðurin er mest regluligur í mun til arbeiðstíðir.

Eisini er áhugavert at hyggja eftir tølunum frá Gjaldstovuni yvir samlaðar lønarútgjaldingar í 2016, íroknað eftirløn. Við at halda hetta upp ímóti talinum av fulltíðarstørvum, er miðal mánaðarlønin hjá lærarum 38.483 krónur og hjá sjúkrarøktarfrøðingum 37.939 krónur. Sostatt var munurin í útgoldnari løn fyri alt árið 2016 millum hesar báðar fakbólkar bert 544 krónur um mánaðin, svarandi til 1,43 prosent.

Viðbøturnar og ótíðargjøldini hava verið við í samráðingum, og onkuntíð hevur peningur verið tikin av karminum og nýttur til at hækka hesi gjøldini. Um hetta ikki hevði verið gjørt, var tann fasta lønin hægri, enn hon er í dag.

Samanumtikið er tað ikki rætt tá sagt verður, at lærara og sjúkrarøktarfrøðingar hava stóran lønarmun. Tað er munur á lønarsamansetingini, men samlaða lønarútgjaldið fyri hvørt stavsfólk er nærum tað sama. Hartil er sjálvandi munur í arbeiðstíðum, arbeiðsuppgávum og arbeiðsábyrgd, men hetta eru fyritreytir, ið eru ymiskar fyri nærum allar starvsbólkar.

Lønardeildin, Fíggjarmálaráðið

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður