Nærum 300 parkeringspláss á Vestaru bryggju

Tekning: torshavn.fo

Nærum 300 parkeringspláss á Vestaru bryggju

2017-04-23 09:54 Author image
Dimma

Nógva virksemið á Vestaru bryggju krevur pláss til parkering. Økið verður í løtuni skipað, og tá ið hetta er liðugt, eru tilsamans 297 parkeringspláss har. Tað hevur Vinnunevndin, sambært torshavn.fo samtykt. Málið hevur verið til hoyringar hjá viðkomandi pørtum.
- Nógv starvast á Vestaru bryggju, og tað fer at leggjast aftrat við fólki, og tí eru vit farin undir at fyrireika parkeringspláss til leigarar, kundar og vitjandi, sigur Bogi Andreasen, formaður í vinnunevndini.
Í Sjóvinnuhúsinum fer vinnan, Fróðskaparsetrið og íverksetan at húsast undir somu lon á 7000 fermetrum. Fyrstu leigararnir eru fluttir inn, so nú sita 28 íverksetarar í Hugskotinum á triðju hædd í bygninginum. Samstundis eru tvær hæddir í Saltsiloini bodnar út til vistveiting hjá privatum at reka. Talan er um eina gólvvídd á 591 fermetrar. Umframt alt hetta er nógv annað virksemi á Vestaru bryggju. Og hetta krevur øki, har fólk kunnu seta bilin, verður upplýst á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.
Tekningin omanfyri yvir økið er fyribils, so tí er ikki talan um endaligu loysnina.

placeholder

Tað opna sárið

Tað opna sárið

Misnýtsla av dreingjum er møguliga tað størsta tabuevnið - møguliga tað mest umráðandi evnið og sárini eru djúp

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður