Myndlist letur upp í Tórsgøtu

Myndlist letur upp í Tórsgøtu

2017-09-11 10:23 Author image
Innsent

Í dag, mánadagin 11. september kl. 15, letur Myndlist upp nýggjan lista- og myndahandil í Tórsgøtu 16 í Havn.

Myndlist er ein handil og rammuverkstaður, sum hjúnini Astrid og Ragnar Mouritsen eiga og reka. Tey keyptu EAG innramming á Argjum í november í fjør. EAG keypti upprunaliga rammudeildina
hjá Termovirkinum við Sundsvegin, so handilin byggir á áralangar royndir í fakinum.

Myndlist er har sum húsameklarafyritøkan Skyn áður helt til. Tað eru nokk eisini mong eldri
fólk sum minnast, at málingahandilin Ælabogin helt til í somu hølum fyri eini 50 árum síðan.

Umframt at ramma inn, so selja tey penslar og lørift til listafólk, umframt rammukarmar,
pappír, akryl- og oljumáling. Myndlist er eisini Tintin umboð í Føroyum og selur vælumtóktu
Tintin plakatirnar og figurarnir.
Ein tænasta sum Myndlist bjóðar bæði privatfólki, fyritøkum og stovnum er at ráðgeva, ramma inn, og at hanga myndir upp. Myndlist hevur m.a. verið við at prýða nýggja bygningin hjá Almannaverkinum. Í gongini í handlinum er gallarí til listafólk at sýna fram sínar myndir og málningar. Fyrstur at sýna fram er listamaðurin Jógvan Biskupstø.

Vónin er, at hetta framsýningarhølið vil byrta undir listaspírar og stimbra føroyska listaumhvørvið.
Í sambandi við at handilin letur upp spælir Lea Kampmann livandi tónleik. Astrid og Ragnar Mouritsen bjóða øllum at vera vælkomin inn í Myndlist at síggja handilin og stóra vøruúrvalið.

 

placeholder

Tað opna sárið

Tað opna sárið

Misnýtsla av dreingjum er møguliga tað størsta tabuevnið - møguliga tað mest umráðandi evnið og sárini eru djúp

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður