Millióna stuðul frá Team Rynkeby Føroyar

Mynd: Tórvør og Einar (tikin av facebook við loyvi)

Millióna stuðul frá Team Rynkeby Føroyar

2017-09-11 11:47 Author image
Innsent
Í gjár var hátíðarløta í Reinsarínum í Havn.
 
Høvi var at Team Rynkeby Føroyar, handaði innsavnaða peningin hetta seinasta árið, til føroysk børn við lívshættisligum sjúkum sum krabbamein, hjarta og lungasjúkum, og familjur teirra.
 
Innkomna peningaupphæddin í ár er 1.200.000 kr.
 
Alfred Hummeland frá Team Rynkeby lat peningin og segði í tí sambandi at í ár eru tað fleiri sjúkubólkar sum fáa ágóðan enn áður. Tá Team Rynkeby byrjaði á sinni var tað bert latið til børn við krabbameini og familjur teirra. Nú eru børn við lungasjúkum og hjartasjúkum partur av Team Rynkeby.
Magnus Magnussen, nevndarlimur í Krabbameinsfelagnum, tók ímóti kekkinum og segði at krabbameinsfelagið er eins og Team Rynkeby er vælgerðandi felagsskapur, sum vil gera gott fyri onnur. Hendan peningaupphædd verður brúkt til gransking og til familjurnar og børnini sum hava lívhættisligar sjúkur.

Eydna Joensen frá Hjartabarninum segði at Team Rynkeby familjan hevur gjørt tað at tey sjúku børnini og familjur teirra eisini kunnu fáa ein lítlan ugga í teirra sjúkuviðgerð.
 
Krabbameinsfelagið umsitur peningin og familjur at børnum við lívhættisligum sjúkum, og fólk kunna venda sær til Krabbameinsfelagið fyri nærri kunning um stuðulsmøguleikar.
placeholder

Tað opna sárið

Tað opna sárið

Misnýtsla av dreingjum er møguliga tað størsta tabuevnið - møguliga tað mest umráðandi evnið og sárini eru djúp

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður