Miðvíst ferðsluátak hjá løgregluni í nátt

Mynd: Savnsmynd

Miðvíst ferðsluátak hjá løgregluni í nátt

2018-01-06 09:30 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Í nátt setti løgreglan eitt átak ið verk, ið skuldi kannað, um fólk koyra ávirkaði um næturnar. Umleið 70 bilar kring alt landið, blivu steðgaðir av løgregluni.

Nærum allir bilførararnir, ið steðgaðir vóru, koyrdu púra óávirkaðir. Ein bilførari bleiv tikin fyri at koyra við einari kenning. Ein annar bilførari bleiv tikin fyri at bróta rúsevnislógina.

Umframt tað vóru onkrir bilar, ið ikki høvdu viðurskiftini við lyktum og tílíkum í røttum lagi.

Ikki vóru nógv fólk í býnum í nátt. Løgreglan sigur, at náttin hevur verið stak friðarlig.

Meira langlesnaður