Mezzoforte við 40-áradagskonsert í Føroyum

Mezzoforte við 40-áradagskonsert í Føroyum

2017-08-31 10:00 Author image
Leif Láadal

"Mezzoforte 40th anniversary tour 2017", eitur konsertferðin hjá kenda íslendska bólkinum Mezzoforte á enskum. Og tað er eisini orsøk til at fáa boðskapin út í onnur enn norðurlendskttosandi lond. Mezzoforte hevur frá tí, at bólkurin slóð ígjøgnum á altjóða pallinum við lagnum Garden Party í 1982, kunna havt konsertir um alla klótuna. Bólkurin varð stovnaður í 1977, og tí ber nú til at hátíðarhalda 40 áradagin.

Tað verður upprunamanningin í Mezzoforte, sum skal á pallin í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið 14. oktober klokkan 19.30. Tað vil siga Gulli Briem, Eythor Gunnarsson, Johann Asmundsson og Fridrik Karlsson. Eisini verður svenski saxofonisturin Jonas Wall við í Føroyum og unga íslendska stórtalentið Ari Bragi Kárason á trompett. Sagt verður harafturat, at tað eisini verða aðrir gestatónleikarar.

Nógv atgongumerkir longu seld

Tó, at einki hevur verið alment frammi um konsertina hjá Mezzoforte í Norðurlandahúsinum í oktober, so eru longu nógv sum hava funnið útav, at atgongumerkir kunnu keypast á nlh.fo. Hósmorgunin, tá vit vóru inni og hugdu í søluskipanini, vóru á leið 2/3 av atgongumerkjunum seld.

placeholder

Tað opna sárið

Tað opna sárið

Misnýtsla av dreingjum er møguliga tað størsta tabuevnið - møguliga tað mest umráðandi evnið og sárini eru djúp

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður