Metluttøka til ríðikappingina í dag

Tilvildarlig mynd: Visualhunt

Metluttøka til ríðikappingina í dag

2017-12-29 11:01 Author image
Leif Láadal

Fyri 15. ferð verður í dag skipað fyri innandura ríðikapping hjá Berg Hestum í høllini í Marknagili í Havn. Fleiri enn 50 luttakarar hava teknað seg, teirra millum meiri enn 20 børn, siga fyriskipararnir.

Kappast verður í teimum vanligu gonguløgunum. Børnini byrjaðu kappingina klokkan 11 og so verður hildið fram tað, sum er eftir av degnum. Øll eru vælkomin at líða á, siga fyriskipararnir.

Meira langlesnaður