Melda teg sum vitjanarvin

Melda teg sum vitjanarvin

2017-11-14 16:08 Author image
Innsent

Nú eru kvøldini vorðin myrk og jólini nærkast í stórum.

Tað er ótrúligt hvussu nógv ein vitjanarvinur hevur at týða fyri tey eldru fólkini.
Tey verða glað og tað kann geva teimun meira innihald í degnum. Tað er ikki tað stóra arbeiði ein sjálvur ger sum vitjunarvinur, men fyri tann sum fær vitjan hevur tað stóran týdning. 

Tað er lívsjáttandi at vitja og áhugavert at tosa við tey eldru, sum hava upplivað nógv gjøgnum lívi.
Mong føla seg einsamøll í hesum tíðum og gleða seg til at onkur kemur inn á gólvið.
At fáa vitjan av einum fryntligum vitjunarvini kann so við og við minka um einsemið.
Sjálvt eitt lítið vinarband kann geva stóra lívsgóðsku.     
Tað er ikki so lætt at greiða frá hvussu tað er at vera vitjunarvinur, men ein kann siga tað soleiðis, at tá man sigur farvæl, fær man eina kenslu av at hava gjørt nakað gott uttan at hava gjørt nakað serligt. Tað hevur týdning reint menniskjaliga,  at tað er ein sum tímir at koma og tosa við ein. 

Ein vitjunarmóttakari sigur, at "tað er við takksemi, at hann/hon tekur ímóti vitjan av einum øðrum menninskja . Mín vitjunarvinur er blivin ein partur av mínum lívi. Eg gleði meg til at vera saman við mínum vitjunarvini, tí mín familja er so langt burturi".  

Nærvera og eitt hugnaligt prát hjálpa ímóti einsemi. Øll fáa gleði av góðari samveru bæði tann ið vitjar, og tann ið fær vitjan.
Vitjunarvinir skulu vitja minst ein tíma um vikuna, men kunnu koma oftari um tey hava hug til tað. At verða vitjunarvinur er sjálvboðið og ólønt arbeiði. Tú vitjar vin tín einaferð um vikuna. Hvør vitjan varir ein til tveir tímar, ella eftir avtalu. Sum vitjunarvinur skalt tú verða minst 18 ár, vera álítandi, vinalig/ur og virða menniskju, sum tey eru.

Flestu vitjunarvinir hjá Reyða Kross Vitjunartænastu eru tilkomin fólk, men tað eru eisini fleiri yngri sum bjóða seg fram at vitja, tey eldru fólkini dáma væl at siga frá og tey ungu halda tað verða spennandi at hoyra um hvussu lívið var fyrr.  Søgur úr gomlum døgum er sum eitt ævintýr fyri tey. Vitjunartænastan hjá Reyða Krossi hevur eisini “UNDIRHÙS”  á Boðanesheiminum og á Lágargarði og tað eru tveir av okkara vitjunarvinum sum standa fyri tí.

Hevur tú hug at gleða við eini vitjan? Set teg so í samband við Vitjunartænastuna í teimun ymisku økjunum.

Umhugsar tú at fáa tær ein vitjunarvin, so kanst tú seta í samband við tær ymisku Vitjunartænastur í tínum øki.
Til ber at gera avtalu við Reyða Kross Vitjunartænastu, um at fáa vitjan eina til tvær ferðir um vikuna ella eftir avtalu við tænastuna í hesum økum.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður