Meirilutin í Tórshavnar býráð hevur sent samhugaskriv til Katalonia

Meirilutin í Tórshavnar býráð hevur sent samhugaskriv til Katalonia

2017-09-29 09:32 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Meirilutin í Tórshavnar býráð hevur í gjár sent katalanska parlamentinum eitt samhugaskriv, ið stuðlar rættinum hjá katalanska fólkinum at greiða fólkaatkvøðu um loysing frá Spania. 

Skrivið staðfestir millum annað, at sjálvsavgerðarrætturin hjá eini tjóð er ein týdningarmikil og altjóða grundlegla, ið eigur at virðast. Harafturat er tað týdningarmikið at virða fólkaræðislig krøv við fólkaræðisligum framferðarhátti og politiskum samskifti. At ikki virða rættin hjá katalanum at fara á fólkaatkvøðu sunnudagin er tískil at ganga ímóti øllum fólkaræðisligum grundreglum.

Skrivið er undirskrivað av øllum samgongulimunum í býráðnum í Tórshavnar kommunu.

placeholder

So steinorðini rapa

So steinorðini rapa

Tóroddur Poulsen er kritiski útisetin, sum prikar og provokerar, men hann er eisini smæðin og sárur

Author image Emil Jacobsen
Partafelagið Føroyar

Partafelagið Føroyar

Fiskivinnunýskipanin skal steðga spekulatión við rættindum og útlendingar skulu út - úrslitið kann gerast eitt stórt monopol

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður