Meining: Viðgerðartrygd til allar føroyingar

Meining: Viðgerðartrygd til allar føroyingar

2017-11-14 12:02 Author image
Bárður S. Nielsen

 

Eingin borgari í Føroyum skal bíða longur enn – í mesta lagi – ein mánað eftir viðgerð á føroyskum sjúkrahúsum. Sambandsflokkurin vil útvega heilsuverkinum somu amboð, sum vælferðarsamfeløg í øðrum Norðurlondum hava. Uppskotið um viðgerðartrygd til allar føroyingar fær 1. viðgerð í Løgtinginum í dag

Tað er í tøkum tíma, at borgarar í Føroyum fáa eina viðgerðartrygd í føroyska heilsuverkinum.

Sambandsflokkurin hevur skotið viðgerðartrygd upp í einum uppskoti, sum fær 1. viðgerð í Løgtinginum í dag.

Viðgerðartrygd er í øðrum Norðurlondum, og føroyingar eiga eisini at hava eina slíka, um vit framhaldandi skulu kunna kalla okkara samfelag eitt vælferðarsamfelag.

Málið er, at eingin føroyingur má bíða meira enn – í mesta lagi – ein mánað eftir sjúkuviðgerð, frá tí at illgruni um sjúku er staðfestur, og til viðgerðin verður sett í verk.

Í Sambandsflokkinum eru vit sannførd um, at ein sjúkuviðgerðrtrygd er stórur fyrimunur fyri tann einstaka borgaran, ið gerst sjúkur, og fyri samfelagið sum heild.

Lítil ivi er um, at sjúklingar, sum verða settir í viðgerð sum allar skjótast, hava betri møguleika at koma út aftur í lívið og arbeiðslívið, og at hitt almenna á henda hátt í seinasta enda sparir pengar í heilsuverkinum.

Sambandsflokkurin bæði vónar og væntar, at meiriluti verður fyri uppskotinum um viðgerðartrygd, tí hetta er ein rættur, ið allir føroyskir borgarar eiga at hava.

Løgtingsfundurin byrjar kl. 10 í dag, 14. november 2017, og málið hjá Sambandsflokkinum er nummar fýra á dagsskránni.

Bárður S. Nielsen,
formaður í Sambandsflokkinum

 

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður