Meining: Unga Tjóðveldið stuðlar sjúkrarøktarfrøðingunum

Meining: Unga Tjóðveldið stuðlar sjúkrarøktarfrøðingunum

2017-11-09 14:56 Author image
Innsent

Stórt stríð hevur tikið seg upp millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið. Vit stuðla kravinum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum um hægri løn og stuðla teirra avgerð at fara í verkfall.

Kravið um hægri løn hjá sjúkrarøktarfrøðingunum snýr seg um at javnseta bólkar á arbeiðsmarknaðinum, sum hava eins langa útbúgving. Samstundis er tað ein sannleiki, at starvsbólkar, sum eru kvinnudomineraðir oftani hava ov lágar lønir í mun til teirra arbeiði, útbúgving og aðrar starvsbólkar. Dømi eru m.a. sjúkrarøktarfrøðingar og námsfrøðingar. Vit meta avgjørt, at tað er rætta tíðarskeiðið at hækka lønirnar fyri hesar starvsbólkar. 

Heilsu og umsorgarnaryrkini hava ómetaligan stóran týdning. Hetta avspeglar lønin hjá sjúkrarøktarfrøðingunum tó ikki. Ein verulig lønarhækking er við til at betra um korini hjá sjúkrarøktarfrøðingum. Samstundis er hetta eisini ein møguleiki at vera við til at raðfesta eitt av teimum kvinnudomineraðu starvsyrkjunum, sum ofta arbeiða undir alt ov lágum lønum. Tað verður tosað um at betra um javnstøðuna millum kynini í Føroyum, nú er møguligt at gera nakað við tað. At hækka lønirnar hjá sjúkrarøktarfrøðingum er ein týdningarmikil liður í at skapa betri javnstøðu millum kynini, og betri javnstøðu millum fakbólkar við eins langari útbúgving. 



Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar siga, at tey ynskja at rætta skeivleikarnar. Hesum kunnu vit bara taka undir við. Tað er eisini greitt, at ein rúgva av fakfeløgum alment stuðla kravinum hjá Sjúkrarøktarfelagnum um hægri løn og avgerðini um at fara í verkfall. Miðlarnir eru fyltir við stuðulsskrivum frá øðrum fakfeløgum.

Herfyri gjørdi Starvsmannafelagið sáttmála við Fíggjarmálaráðið. Hesin sáttmálin eigur tó ikki at leggja grundarlagi fyri samráðingarnar hjá øllum hinum fakfeløgunum, har limir teirra arbeiða á almenna arbeiðsmarknaðinum. Fakfeløgini umboða ymsar starvsbólkar, sum øll hava frælsan samráðingarrætt. Tískil eigur sáttmálin millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið ikki at leggja grundarlag fyri allar hinar sáttmálarnar. At enda ynskja vit at heita á Fíggjarmálaráðið um at taka upp aftur samráðingar við Felagið Føroyskar Sjúkrarøktarfrøðingar. 

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður