Meining: Um tað, sum bleiv sagt, bleiv framt, høvdu føroyingar mist SU

Meining: Um tað, sum bleiv sagt, bleiv framt, høvdu føroyingar mist SU

2017-09-08 13:19 Author image
Sjúrður Skaale, fólkatingslimur

Í 2011 samtykti Fólkatingið, at fólk, sum ikki høvdu búð í Danmark í sjey av teimum síðstu átta árunum, skuldi missa rættin til fleiri sosialar veitingar.

Hetta hevði við sær, at nógvir føroyingar í Danmark vendu sær til mín, stutt eftir at eg varð valdur á Fólkating. Tað var ógvuliga trupult og tók sera langa tíð at fáa hetta broytt aftur.

Orsøkin er, at “Danmark” í lógarhøpi merkir ... Danmark. Føroyar hoyra IKKI uppí, tá tað í eini danskari lóg stendur “Danmark”. Tað er øðrvísi, tá tað stendur Danska Kongaríkið. Tá hoyra Føroyar uppí.

Sama model
Í gjár setti eitt uppskot frá Danska Fólkaflokkinum dagsskránna í Danmark – bæði í pressuni og í orðaskiftinum á Fólkatingi um donsku fíggjarlógina. Uppskotið var, at fólk skulu hava búð í Danmark í sjey av teimum átta árunum fyri at fáa rætt til SU.

Hetta var altso júst sama model, sum í 2011 førdi til, at nógvir føroyingar mistu rættin til sosialar veitingar.

Bæði í pressuumrøðuni og undir orðaskiftinum á Fólkatingi segði DF, at fólk skulu hava búð í “Danmark”. Tá tey ikki søgdu “Danmark” søgdu tey “her i landet”. Føroyar vóru altso IKKI við.

Uppskotið fekk góða móttøku frá stjórnarflokkunum – og tí reageraði eg uppá tað. Av ringum royndum.

Í samrøðu við útvarpið í middegi í dag segði Søren Espersen frá DK, at flokkurin ikki vil, at føroyingar skulu rakast av uppskotinum.

Men veruleikin er, at hevði tað, sum flokkurin segði í gjár, blivið framt í verki, so høvdu allir føroyingar mist rættin til SU. Um tað var meiningin hjá DF ella ikki.

Nú eru øll tilvitað um tað. Og tí verður feilurin, sum varð gjørdur í 2011, neyvan gjørdur aftur nú. Verður uppskotið sett í verk, fer ikki at standa, at mann skal hava búð í “Danmark”, men í “Danska Kongaríkinum”.

At tryggja hetta var orsøkin til, at eg tók málið upp.

 

placeholder

Tað opna sárið

Tað opna sárið

Misnýtsla av dreingjum er møguliga tað størsta tabuevnið - møguliga tað mest umráðandi evnið og sárini eru djúp

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður