Meining: Svar til Eyðun Mørkøre, stjóra á TAKS

Meining: Svar til Eyðun Mørkøre, stjóra á TAKS

2017-09-26 10:43 Author image
Johnny í Grótunum

Undir yvirskriftini "Óseriøsur og manipulerandi tíðindaflutningur" ger Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS, viðmerkingar til eitt innslag, sum var sent í Degi og Viku hóskvøldið. 

Í okkara eftirmeting hava vit staðfest, at yvirskipaða evnið í innslagnum hóskvøldið og einum øðrum fríggjakvøldið var, um skattgjaldarin og borgarar kunna hava álit á TAKS. Hetta er bæði viðkomandi og umráðandi at viðgera, eisini hóast málið er latið fútanum. Kanningin hjá fútanum snýr um bankan, meðan tíðindainnsløgini snúgva seg um almennar myndugleikar. Nýtt tilfar er komi undan kavi, sum eisini ger tað viđkomandi at taka afturíaftur málið. 

TAKS hevur valt ikki at gera viðmerkingar til málið við tí grundgeving, at tað liggur hjá fútanum. Tað hevur Kringvarpið onga meining um, men heldur ikki tað forðar Kringvarpinum at viðgera eitt so týðandi mál. 

Ítøkiliga atfinningin hjá Eyðuni Mørkøre snýr seg um, at tað framgongur av almennu viðmerkingunum hjá TAKS til frágreiðingina hjá Bárði Larsen, ”at TAKS noktaði Eik at draga 477 milliónir krónur í 2015, og Kringvarpið hevur skjølini, sum prógva tað. Men Kringvarpið heldur upp á tað øvugta, tí tað er ein betri søga.” Í innslagnum hóskvøldið bleiv brot úr samrøðu við Eyðun Mørkøre víst, har stjórin á TAKS sigur júst hetta sama um frádráttin í 2015. Hinvegin miðlaði journalisturin eisini øvugtu fatanina hjá Betri Banka, Fíggjarligum Støðufesti, Bárði Larsen og Bjørn av Heygum. Sostatt er tað ikki Kringvarpið men aðrar keldur, ið halda tað øvugta av TAKS. Kringvarpið kundi í innsløgunum, tá TAKS ikki vildi luttaka, eisini havt endurgivið grundgevingar úr viđmerkingunum hjá TAKS til kanningina hjá Bárði Larsen. Tí hetta er eitt sera torskilt mál, har fleiri sjónarmið standa móti hvørjum øðrum. Best hevði tó verið, um stjórin á TAKS sjálvur svaraði fyri seg og útdjúpaði almennu viðmerkingar teirra til frágreiðingina hjá Bárði Larsen. Hetta stendur honum framvegis í boði. 

Tað hevur avgerandi týdning fyri meg, at fólk og stovnar, ið verða viðgjørd í sendingum í Kringvarpinum verða fair viðgjørd, eisini tá vit seta kritiska eyga á eitt mál ella ein persón. Tað vilja vit støðugt arbeiða við at gera.

Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri

 

placeholder

So steinorðini rapa

So steinorðini rapa

Tóroddur Poulsen er kritiski útisetin, sum prikar og provokerar, men hann er eisini smæðin og sárur

Author image Emil Jacobsen
Partafelagið Føroyar

Partafelagið Føroyar

Fiskivinnunýskipanin skal steðga spekulatión við rættindum og útlendingar skulu út - úrslitið kann gerast eitt stórt monopol

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður