Meining: Stórt upptak í kommununi

Mynd: Sverri Egholm, portal.fo

Meining: Stórt upptak í kommununi

2017-08-23 16:28 Author image
Annika Olsen, borgarstjóri

Tað verður sagt, at tað ikki er hvørt ball mann skal fara til, og ikki hvørt orð, mann skal svara til. Men seinasta lesarabrævið hjá undanfarna borgarstjóra bar av. Í longum hvøssum lesarabrævi verður funnist at sitandi meiriluta og teimum málum, sum hava verið ella ikki verið fyri í býráðnum.

1. januar 2017 tók sitandi meiriluti við og tók yvir eina fíggjarætlan fyri inniverandi ár, sum var samtykt av undanfarna býráð. Ongin fíggjarlig langtíðarraðfesting av íløgunum var gjørd og tí stríðist kommunan við eini fíggjarætlan í dag, ið hevur yvir 300 mió. í framfluttum íløgum, íløgum sum eru samtyktar, men ikki framdar, og sum skulu fíggjast.

Ístaðin fyri at fremja íløgurnar raðfesti undanfarni borgarstjóri eitt nú keyp av bankabygningum fyri 100 mio.


Pyntað mynd

Sitandi meiriluti tók yvir eina fíggjarætlan, har rakstrarútreiðslurnar vóru øktar við 8%, og ein niðurskurður var í inntøkum kommunurnar uppá 26 miljónir. Ófyrireikaðar íløgur vóru samtyktar til tess at fáa myndina at síggja væl út úteftir.

Eitt dømi er Musikkskúlin, sum hekk í leysum lofti. Ein verkætlan á 100 mió, sum var liðugt projekterað, men sum ikki hevði nøktandi fígging. Út frá givnu fíggjarligu fortreytunum valdi sitandi samgonga tó at raðfesta Musikkskúlan fíggjarliga, tí børn og ung, lærarar og foreldur, hava tey seinastu 20 árini fingið lovað henda skúlan, men hann bleiv ikki til veruleika fyrr enn nú.

Ein onnur ófullfíggjað verkætlan er Høllin á Hálsi, sum manglar áskoðarapláss. Hetta er ein íløga á fleirtals miljónir, sum vit nú hava raðfest og samtykt.

Hóast kommunan hevur havt nógvar meirinntøkur, so røkka hesar ikki til fíggjarligu raðfestingarnar hjá undanfarna borgarstjóra. Enn hevur sitandi meiriluti ikki fingið høvið til at gera sína fyrstu fíggjarætlan, sum skal samtykkjast í vetur. Tískil er tað undir alt lágmark at finnast at manglandi politiskum avgerðum og raðfestingum.


Rumbulsmál

Undanfarni borgarstjóri finst at nógvum rumbulsmálum. Her eigur at vera lagt afturat, at undanfarni borgarstjóri eigur størstsa leiklutin í teimum flestu.

Fyrst verður víst á skúrbýin hjá NCC, sum skuldi hýsa 25 starvsfólkum hjá NCC (og ikki 40 ). Greinskrivarin eigur at vita, at hetta málið byrjaði undir hansara leiðslu. Vit ynsktu at halda fram við hesum máli, tí hetta fór at geva kommununi meirinntøkur. Ístaðin fyri at lata skúrbýrin standa, har tað upprunaliga var ætlað, bleiv hesin í allari sátt og semju fluttur longur oman á Velbastaðvegin, tí hetta var mett at vera ein betri loysn fyri allar partar.

Sostatt varð tryggjað kommununi inntøkur á fleirtals miljónum um árið, meðan tunnlarnir báðir eru í gerð.

Síðan verður víst á innkomuvegin og uppskotið um tunnilsloysn undir Havnina. Tað er okkara skylda sum politikarar at kanna, um tað finnast aðrar og skilabetri loysnir, enn tær sum fyriliggja.

At samgongan í Løgtinginum og ráðharrin í samferðslumálum væl stuðlaði av undanfarna borgarstjóra - sum eisini situr í løgtinginum - valdi at vraka tunnilsloysnina, er harmiligt.

Grótið á Sundi eigur unndanfarni borgasrtjóri fult og heilt, men í einum populistiskum stunti valdi hann at broyta kós, tá hann ikki sat við ábyrgdini meir. Hetta borgar ikki fyri ábyrgdarfullum politikki. Var málið betri fyrireikað og samskipað vóru vit ikki komin í hesa støðu.

At vænta, at sitandi býráð skal inn og broyta og uppsiga gjørdar sáttmálar er vónleyst og ber snøgt sagt ikki til. Nú ræður at fáa sum best burturúr og fáa vinnuligt virksemi á Sundi, sum kann tryggja arbeiðspláss og inntøkur til kommununa.


Strandferðslan

At vit fáa skulu fáa ábyrgdina av,  at Standferðslan fekk eina eykarokning á 30 túsund krónur - og at hetta fór at merkja, at túratalið til Nólsoyar bleiv skert - er undir alt lágmark. Eg skal minna undanfarna borgarstjóra á, at tað var undir hansara leiðslu, at hesin sáttmáli millum Tórshavnar havn og Standferðsluna varð undirskrivaðir, fyrst í 2004 og síðani endurskoðaður í 2010.

Sáttmálin leggur upp til, at havnagjøldini eru regulerað eftir prístalinum, sum viðhvørt er hægri og viðhvørt lægri. Í fjør var prístalið so mikið lágt, at SSL fekk 66 túsund krónur aftur frá Tórshavnar havn, men í ár er prístalið hægri, og tí er eykarokning komin.

Hetta átti ikki at komið óvæntað á SSL. Tíbetur bleiv ein loysn funnin, so nólsoyingar ikki verða við sviðusoð. Somuleiðis kempa vit fyri, at hestsfólk kunnu fáa betri ferðasamband enn tað, sum landsstýrismaðurin hevur skotið upp.


Bústaðarviðurskifti

At enda fáa vit ábreiðslur fyri ikki at taka bústaðarviðurskiftini í álvara. Vit eru greið yvir, at tað eru løgfrøðisligar avbjóðingar hjá kommununi. Men lógir kunnu broytast, og vit fara nú við góðum treysti undir samráðingar við avvaraðandi fakfeløg, pensjónsfeløg og vinnuna til tess at lyfta hesa uppgávu, sum saman við eldraøkinum er størsta uppgáva vit standa yvir fyri í løtuni.

Góði Heðin, latið okkum heldur standa saman at lyfta uppgávurnar í felag. Borgarin fær onki burturúr klandri og ósemjum okkara millum. Vit politikarar eru ikki til fyri okkara egnu skyld, men fyri borgaran.

 

 

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður