Meining: Sjúrður góði, bangin?

Mynd: Savnsmynd

Meining: Sjúrður góði, bangin?

2017-08-25 08:30 Author image
Miðflokkurin

Vit kvukku við, tá vit sóu, at Miðflokkurin ikki luttekur í ”høvuðskjakinum”. Tó eru vit sjálvsagt glað fyri, at Ung fyri Miðflokkin er í við kjakinum við onnur ungmannafeløg. 

At útiloka Miðflokkin svarar til, at skipa fyri almennum kjaktiltaki um blokkin - uttan umboð fyri Tjóðveldi ella Sambandið!

Hví man Sjúrður útihýsa Miðflokkin úr kjakinum. Er hann bangin fyri greiðari talu? Bangin fyri mótspæli?

Øllum kunnugt er mótstøða móti fosturtøku eitt av aðalmálum Miðflokksins, og at Sjúrður Skaale tilvitað frávelur luttøku Miðflokksins er einki annað enn undrunarvert.

Møguliga heldur Sjúrður, at hann setur dagsskránna í fosturtøkumálinum. Sjúrður veit helst ikki, at Miðflokkurin áhaldandi hevur haft málið frammi, við millum annað sjey lógaruppskotum og nýggju skrivligum fyrispurningum á Løgtingi, umframt at UfM eisini hevur varpað ljós á fosturtøku við kjakum og tiltøkum.

Tað verður spennandi, tá Sjúrður, sum við donsku peningajáttan síni úr Fólktingi rekur politikk í Føroyum, tekur stig til kjaktiltak um blokkin – uttan luttøku úr Tjóðveldi!

 

Miðflokkurin á Løgtingi​

placeholder

Tað opna sárið

Tað opna sárið

Misnýtsla av dreingjum er møguliga tað størsta tabuevnið - møguliga tað mest umráðandi evnið og sárini eru djúp

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður