Meining: Ogn Føroya fólks í stjórnarskipanina

Mynd: hermansstova.blogspot.dk

Meining: Ogn Føroya fólks í stjórnarskipanina

2017-08-26 10:00 Author image
Hermann Oskarsson og Jóannes Jacobsen

Áðrenn evstamark á Bartalsmennu sendu vit báðir, Hermann Oskarsson og Jóannes Jacobsen, Landsstýrinum uppskot til broytingar í lóg um stjórnarskipan.

Fremstu ørindi okkara eru hesi:
- At munur er á landsogn og tjóðarogn
- At øllum skal tryggjast javnbjóðis rættur til vinnuliga nýtslu av tilfeingi tjóðarinnar
- At myndugleikarnir undir øllum umstøðum skulu taka fult marknaðargrundað gjald fyri vinnulig rættindi burtur av náttúrutilfeingi tjóðarinnar


Skivið er soljóðandi:

Broytingaruppskot til grein 24 í uppskotinum um stjórnarskipan. 


Uppskot Landsstýris 2017:
§ 24. Tilfeingi og umhvørvi 

- Myndugleikarnir varða um landsins tilfeingi.
- Landið eigur alt landtilfeingi, sum privat ikki eiga, og alt havtilfeingi
- Tá vunnið verður úr landsins tilfeingi, skal landið antin krevja viðurlag ella tryggja øllum vinnurætt.
- Landið tryggjar, at almenna og privata tilfeingi landsins verður umsitið á sjálvberandi hátt við umsorgan fyri umhvørvinum.


Rættingaruppskot: 
§ 24. Tilfeingi og umhvørvi 

- Myndugleikarnir varða um tilfeingi í Føroyum.

- Landið eigur alt landtilfeingi, sum privat ikki eiga. Sjófeingi, kolvetnisfeingi, firðir, áir og fossar og alt felagsfeingi eru náttúrutilfeingi tjóðarinnar og tessvegna ogn Føroya fólks. Ongum kann latast framíhjárættur til náttúrutilfeingi tjóðarinnar, ella rættindi tengd at teimum, eins og tey ikki kunnu seljast ella setast í veð.

- Allir borgarar hava javnbjóðis rætt til vinnuliga nýtslu av nátturutilfeingi tjóðarinnar, sum sambært lógum verða latin móti fullum marknaðargrundaðum gjaldi og í avmarkaða tíð. Slík rættindi verða aldri ognarrættur ella varandi brúksrættur.

- Landið tryggjar at privatu og almennu tilfeingi landsins og náttúrutilfeingi tjóðarinnar verða umsitin á sjálvberandi hátt við umsorgan fyri umhvørvinum.


Viðmerkingar: 
Í hesi tjúgufjórðu lógargreinini er eftir okkara tykki neyðugt at staðfesta hesi trý atlit: 

- At munur er á landsogn og tjóðarogn
- At øllum skal tryggjast javnbjóðis rættur til vinnuliga nýtslu av tilfeingi tjóðarinnar
- At myndugleikarnir undir øllum umstøðum skulu taka fult marknaðargrundað gjald fyri vinnulig rættindi burtur av náttúrutilfeingi tjóðarinnar


Viðmerkingar til einstøku greinirnar: 
Her verður álagt myndugleikunum at varða um alt tilfeingi í Føroya landi, uttan mun til um tilfeingini eru einkarogn, landsogn ella ogn Føroya fólks. 

Neyðugt er at gera mun á landsins tilfeingi og náttúrutilfeingi tjóðarinnar sum eru ogn Føroya fólks. Upp í landsins tilfeingi ber til at tulka bygningar og jørð, sum eru almenn ogn. Tey ber væl til at selja og tessvegna at lata fara í einkarogn. At nakað verður hevjað til felagsogn tjóðarinnar, eisini nevnt ogn Føroya fólks, er nettupp fyri at gera greiðan skilnað millum ta fæ og tey lunnindi, sum myndugleikarnir kunnu endaliga avhenda, og tann partin myndugleikar og einstaklingar ikki kunnu endaliga avhenda við sølu ella aðrari sátt. 

Neyðugt er at tilskila at allir borgarar hava sama og javnbjóðis rætt til vinnuliga nýtslu av náttúrutilfeingi tjóðarinnar. Hetta er galdandi uttan mun til um nýtslan er avmarkað ella hon ikki er tað. Øll hava javnbjóðis rætt at fara á flot, sum er óavmarkaður rættur. Somuleiðis eiga allir borgarar at hava sama rætt til at halda seg fram at til vinnuligan fiskiskap, í javnbjóðis kapping við aðrar borgarar. Her er talan um rættin at koma upp í part, men ikki um endaligu avgerðina, hvør ið slapp upp í part. Av tí at rætturin til úrtøkuna úr sjálvum náttúrutilfeingi tjóðarinnar hoyrir tjóðini til, verður álagt myndugleikunum at taka fult gjald tjóðarinnar vegna fyri at lata tey á privatar hendur. Vinnurekandi skulu til gjalda marknaðarliga grundað fult gjald fyri at fáa einkarrætt fram um øll onnur, sum eru áhugað í somu dýru rættindum. 

Stykkið er so at siga óbroytt, uttan tað at greiða er fingin á at myndugleikarnir hava heimild at skipa fyri reglum galdandi øll náttúrutilfeingi, uttan mun til um tey eru landsogn (t.d. landsjørð), um tey eru einkarogn (sum t.d. búnaðarjørð) ella tjóðarogn (sum t.d. fiskastovnar, havið sjálvt, kolvetni, luftumhvørvi, alifirðir o.a.)

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður