Meining: Nú má løgmaður taka ræðið

Meining: Nú má løgmaður taka ræðið

2017-11-05 13:14 Author image
Jenis av Rana, formaður Miðfloksins

Nú má løgmaður taka ræðið, bæði á fakfelags- og penssjónsøkinum! Vent er í holuni, síðani javnaðarhøvdingin mikli varð speirikin fyri lyfti síni um fólkapensiónina. Í dag uppliva vit, at politisku eftirkomarar hansara, við einum pennastroki, ætla at strika dýrtvunnu skattafríu fólkapensjónina og ístaðin áleggja fólki enn einaferð at fíggja pensión sína- gjøgnum ein eykaskatt. Og hetta hendir,  meðan teir, sum á sinni speiróku undangongumannin, gníggja sær í hendurnar og láta sum um teir taka fólkapensiónina til sín.

At samgongufólk higartil í mongum málum lítið og einki fyrilit hava víst grund-leggjandi samfelagsviðurskiftum, er neyvan nøkrum ókunnugt. Tó var vantandi, at tey, nú skeiðið er meira enn hálvrunnið, tóku seg saman, rættaðu kósina og fyrrenn ikki hugsaðu um egnu politisku framtíð.

Men so tykist ikki vera, og aftur er tað hendan hágfloygda og undirmetandi arrogansan, sum tykist sleppa at seta dagskránna. Dag um dag  kalt og kyniskt at leggjast eftir tveimum av fremstu dýrgripum okkara, fyrst skattafríu grundupp-hæddini, síðani samráðingarrætti fakfelaganna, kann ikki skuldast annað enn manglandi kunnleika til søguna.


Hvussu kemur hon sær at fara í opið stríð við sjúkrarøktarfrøðingarnar?

At hugsa sær, at væl lærd fólk skulu leggjast eftir dýrtvunna samráðingarrætti fakfelaganna, tað man vera flestum ein gáta. At krevja av sjúkrarøktarfrøðingum, at hesir, áðrenn samráðingarnar byrja, skulu frásiga sær rættin til lønarsamráðingar, svarar væl til at krevja, at tey koma til samráðingar bæði bakbundin og við bindi fyri eygunum. Í besta føri vitnar hetta um fakfelgasliga analfabetismu og í ringasta føri um vanvirðing av teimum, ein sum politikara er settur at tæna.

Týskvøldið komandi verður triðja og kanska seinasta sýning av filminum, sum Havnar Arbeiðarafelag hevur latið gjørt, um stríð fakfelaganna at bøta um viðurskifti teirra á lægstu samfelagsrókunum. Mín áheitan á løgmann er, at hann krevur av floks- og samgongufeløgum sínum, at tey øll fara til hesa sýning. Skuldi onkrum borist frá, kundi hann hóskandi kravt av teimum, at tey lesa bókina um fakfelagið Fylking, sum er um hetta sama stríð.


Hoyringsumfarið og sjúkrarøktarfrøðingarnir eru vón okkara.

Eg, og óvað mong við mær, munnu ikki bert leingast eftir, men eisini vænta, at løgmaður nú vaknar og setur nýggja kós. Í bestu tíðum, har allir pílar peika rætta veg, átti tað, at stýrt tjóðini á ein hátt, sum gevur øllum borgarum lut í framgongdini, at verið ein forrættur.

Tekur løgmaður ikki áheitan Miðfloksins til sín, heita vit á øll, sum hava fingið pensiónsnýskipanaruppskotið til hoyringar, um ikki at steðga á, fyrrenn ætlaðu broytingarnar í fólkapensiónini eru tiknar aftur. Og á sjúkrarøktarfrøðingafelagið um at krevja, at løgmaður kemur upp í samráðingarnar, tí so mikið man hann kenna til søguna, at hann sum javnaðarleiðari ikki letur slíkt um seg ganga.

 

 

 

 

 

 

 

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður