Meining: Javnaðarflokkurin sær sjálvum líkur

Meining: Javnaðarflokkurin sær sjálvum líkur

2017-08-31 12:43 Author image
Edmund Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Flestu munnu vita, at tað er blaðstjórin á Sosialinum – við kryddi frá Pipar og Salt – sum setur dagsskránna í Javnaðarflokkinum

Í grundini hevur Javnaðarflokkurin ongan politikk og stevnu um Ríkisfelsgsskapin, men ríður altíð á tveimum hestum, loysing og samband í senn. Tó upp undir hvørt val í tvíspor á sambandshestinum.

Vit sóðu tað eisini upp undir seinasta løgtingsval, har Javnaðarflokkurin yvirhálaði í høgru síðu, so sambandskur hann var.

Eftir valið var alt gloymt.

Fyrst var umráðandi fyri Javnaðarflokkin at fastfrysta blokkin. Síðani allar yvirtøkurnar. Harumframt lovaði Javnaðurin Tjóðveldinum nýggja Grundlóg ella sonevnda ”stjórnarskipan” fyri Føroyar, sum setur beina kós móti loysing.

Umframt alt annað gav Javnaðarflokkurin eisini Tjóðveldi loyvi til at spæla sær við fiskivinnuna og alivinnuna – vinnur, sum veruliga hava fótað sær, aftan á javnaðar- og tjóðveldishúsagangin fyrst í 90-árunum.


Skemt

Fólk hildu tað verað skemt, tá ið løgmaður sendi til hoyringar ein tekst av Tjóðveldisgrundlógini, men uttan eina ta einastu viðmerking, so sum lógin krevur.

Hvussu heldur formaðurin í Javnaðarflokkinum, at Palliba og Marsanna skulu geva hoyringssvar, uttan at hava sæð nakrar viðmerkingar? Eisini aftaná at førandi føroyskir advokatar mæla løgmanni til at goyma burtur uppskotið, so hann ikki ger Føroya fólki fyri skommum?


Tú veitst hvar tú hevur Sambandsflokkin

Blaðstjórin á Sosialinum – saman við Pipar og Salt – heldur, at tá ið danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, ikki beinleiðis leggur seg tvørt fyri, so eigur Sambandsflokkurin at taka undir.

Her taka teir so dyggiliga feil.

Sambandsflokkurin meinar nakað við Ríkisfelagsskapin og letur seg ikki stýra av undanstøkking. Tað er ikki sum hjá Javnaðarflokkinum bara upp undir val.

Sambandsflokkin veitst tú, hvar tú hevur. Flokkurin gamblar ikki við rættindum hjá føroyingum.


Skrivar seg úr beinleiðis konfrontatión

Annars sigur forsætisráðharrin í svari sínum ymiskt, sum burdi fingið Javnaðflokkin at umhugsa seg minst tvær ferðir aftrat. Eitt er, at Ríkisfelagsskapurin er reinsaður út úr”stjórnarskipanini”.

Ein krystalklárur boðskapur er, at um viðurskifti í føroysku ”stjórnarskipanini” eru í stríð við Ríkisgrundlógina, so fáa tey ikki rættarvirknað. Tá er talan um ein sonevndan ”nullitet”.

Hetta er eisini ein máti at skriva seg burtur úr trupuleikunum í fyrstu syftu, so forsætisráðharrin ikki skal koma í beinleiðis konflikt við 14. september-samgonguna, og so vónar hann, at Løgtingið greiður fløkjuna, so málið kann haldast heima í Føroyum.

Víð síðuna av og undir

At formaðurin í Javnaðarflokkinum nú bæði heldur, at ”stjórnarskipanin” skal vera við síðuna av og viðhvørt undir Ríkisgrundlógini, meðan Tjóðveldi bukar sama formann í høvdið við síni avgerð um, at ”stjórnarskipanin” er oman fyri Ríkisgrundlógina, vísir bara, hvussu Javnaðarflokkurin skinklar og vinglar í Ríkisfelagsskapinum.

Við hesi politisku sminku ger formaðurin í Javnaðarflokkinum seg til láturs úti millum fólk, sum í flestu førum eisini eru ørkymlað av vinglinum.

 

Men hvat blaðstjórin á Sosialinum og Pipar og Salt kunnu finna uppá ímeðan, má bara vísa seg.

 

Livst so spyrst.

placeholder

Tað opna sárið

Tað opna sárið

Misnýtsla av dreingjum er møguliga tað størsta tabuevnið - møguliga tað mest umráðandi evnið og sárini eru djúp

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður