Meining: Hví læra at syngja?

Mynd: Innsend

Meining: Hví læra at syngja?

2017-09-07 14:37 Author image
Jógvan við Keldu

Sangur og at fólk syngja er líka gamalt sum menniskjan, hetta hevur  stimbrað fólk m.a. í gleði, í sorg og í hátíðarløtum gjøgnum øldir.

Felagssangur er sera væl dámdur í Føroyum , er enn ríkur skattur. Nógvir gávuríkir sangarar eru á flestu økjum. Vit eiga onkrar væl útbúnar sangarar, eisini sum virka uttanfyri Føroyar, men vit kundu átt fleiri.

Bara til stuttleika: Eitt kvøldið eg hoyrdi danska landsliðið syngja tjóðsangin, legði eg til merkis, at landsliðið sang ein oktav lægri enn fylgispælið. Tíbetur var meiri flog yvir fótbóltspælinum – teir vunnu. – Hvat tjóðsanginum viðvíkir, klárar føroyska landsliðið seg betri.

Við vónum um hækkað støði
Seinastu árini hava professionellir sanglærar undirvíst í Føroyum. Hetta hevur veruliga sæst aftur.

Men – eitt er at hava evnini at syngja, annað er, hvussu vit brúka kropp og høvdið frítt fyri at fáa sangin meiri optimalan.

At Klaksvíkar Tónlistaskúli, Klaksvíkar Kvøldskúli og tveir kórleiðarar nú í Klaksvík hava tikið stig til at fáa professionell fólk úr Íslandi í 14 dagar er eisini tí, at Ísland liggur lutfalsliga við fólkatalinum ómetaliga frammarlaga í sanglistini við kórum, manskórum, solistum og bólkum.

Komandi 14 dagarnar verður undirvíst í Skálanum. Fullteknað er til skeiðið. Vónandi kemur hetta at gera okkum uppaftur betri og at goymdu kreftirnar verða lyftar upp á hægri støði og at ávirkan ger seg galdandi.

Eisini eru tilrættalagdar konsertir í Christianskirkjuni í Klaksvík og í Havnini, har konsertin verður í Norðurlandahúsnum,  sum verða lýstar í komandi døgum. Umframt verður eisini  sungið eina løtu fyri unga fólkinum í skúlanum á Skúlatrøð og á Tekniska Skúla fyri at økja áhugan.

Tá vinnan og mentanin standa saman
Loyndarmálið við at brúka røddina rætt er m.a. at: røddin skal kunna ferðast frí. Her skal sambandið millum kroppin og høvdið samskipast og mennast so meiri fæst burturúr. Hetta er sum so ikki øðrvísi enn onnur list og annar ítróttur.   

Lat meg so leggja afturat, at hendan lutfalsliga  kostnaðarmikla men spennandi verkætlanin hevði ikki kunnað verði framd uttan við høvuðsstuðlunum: Klaksvíkar Kommunu, P/f JFK, P/f Christian í Grótinum. Eisini hava KBI, Mallco, Flogfelag Føroya og Bank Nordik stuðlað.

Alt kann gerast betri!

Jógvan við Keldu

placeholder

Tað opna sárið

Tað opna sárið

Misnýtsla av dreingjum er møguliga tað størsta tabuevnið - møguliga tað mest umráðandi evnið og sárini eru djúp

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður