Meining: Hvat siga tit nú, Aksel og Rigmor?

Meining: Hvat siga tit nú, Aksel og Rigmor?

2017-11-09 09:00 Author image
Helgi Abrahamsen

Landsstýrið hevur, saman við Sjálvstýrinum sent eitt uppskot um eina nýggja pensjónsskipan til hoyringar. Eg havi enn ikki sæð lógaruppskotini, men út frá tí sum er sagt um málið, er ikki sørt, at tankarnir leita fýra ár aftur í tíðina.

Í desember 2013 skrivaðu Aksel V. Johannesen og Rigmor Dam ein longri kronik í Sosialinum, har greitt varð frá muninum ímillum tað sum táverandi samgonga ynskti á pensjónsøkinum og tað sum Javnaðarflokkurin ynskti. Greinin var býtt í tveir partar, har annar parturin hevði yvirskiftina: ”Samgongan: Hvør sætir sær!” og hin parturin hevði yvirskriftina: ”Okkara boð: Felagsskapur fram um sjálvsøkni!” 

Hvaðani tey høvdu upplýsingarnar um, hvat samgongan ynskti, er ikki gott at vita, tí tá var framvegis eingin semja gjørd á pensjónsøkinum, men tað er løgið at síggja, hvussu nógv uppskotið sum tey nú hava sent til hoyringar líkist tí, sum tey tá ávaraðu ímóti.

Ávaraðu ímóti persónligari uppsparing
Hvør munurin var á kósini hjá samgonguni og henni hjá Javnaðarflokkinum fingu lesararnir at vita longu í fyrsta setningi í greinini. Hann ljóðaði soleiðis: ”Nú allir løntakarar skulu tvingast at rinda 15 prosent til egna eftirløn, brýtur samgongan bæði meginregluna um samhaldsfasta fólkapensjón og sosialu kontraktina, sum eyðkenna norðurlendsku vælferðarsamfeløgini.”

Seinni í greinini stóð: ”Samgongan krevur, at øll rinda 15 prosent av lønini til egnu persónligu pensjón. Fyrsta prosentið komandi ár, síðan eitt prosent árliga, til øll eru komin á mál í 2028. Hetta nívir sjálvsagt meinast hjá lágløntum, sum ikki hava megnað at spara nakað upp higartil. Tá partarnir á arbeiðsmarknaðinum fara til samráðingarborðið, er tískil vandi fyri, at feløgini hjá tíma- og lágløntum mugu leggja alt upp á pensjónina fleiri ár fram í tíðina. Hetta merkir, at stættarmunurin og ójavnin í samfelagnum økist.”

Spurningar til Aksel og Rigmor
Eg fari at spyrja Aksel og Rigmor hesar spurningarnar:

Er tað ikki so, at tit nú ætla, at øll skulu rinda 12 prosent av lønini til egna persónliga pensjón?

Halda tit framvegis, at hetta fer at níva meinast hjá lágløntum, sum ikki hava megnað at spart nakað upp higartil?

Tá partarnir á arbeiðsmarknaðinum fara til samráðingarborðið, er tá ikki vandi fyri, at feløgini hjá tíma- og lágløntum mugu leggja alt upp á pensjónina fleiri ár fram í tíðina?

Verður eitt úrslit av hesum ikki, at stættarmunurin og ójavnin í samfelagnum økist?

Dýr og fløkt at umsita
Aksel og Rigmor ávaraðu eisini um, at nýggja pensjónsskipanin hjá undanfarnu samgongu fór at verða dýr og fløkt at umsita. Tey skrivaðu: ”Nýggja pensjónsskipanin verður umsitingarliga fløkt og kostnaðarmikil. Hvør borgari skal hava sína egnu pensjónskonto (polisu), sum skal umsitast. Eisini verður umsiting av, at í mesta lagi 15 prosent kann vera kapitlapensjón, 45 porsent lívrenta og 40 prosent ratupensjón.”

Og eg spyrji: Halda tit framvegis, at tað slagið av pensjónsskipan, sum nú er send til hoyringar, er fløkt og kostnaðarmikið at umsita?

Er ætlanin at hvør borgari skal hava sína egnu pensjónskonto (polisu), sum skal umsitast?

Verður øll uppsparingin útgoldin sum lívrenta, ella verður ein partur kapitalpensjón og ein partur ratupensjón – og hvat merkir tað fyri umsitingina?

Avtaka fólkapensjónina
Viðvíkjandi spurninginum um at mótrokna persónligu eftirlønina í fólkapensjónini vóru Aksel og Rigmor eisini rættiliga avgjørd. Tey skrivaðu: ” Persónliga eftirlønin og onnur inntøka verður mótroknað í fólkapensjónini – og av grundupphæddini. - Umframt, at hetta krevur umsiting, merkir tað, at samgongan, sum fyrsta landið í norurlondum, avtekur fólkapensjónina, sum vit kenna hana í dag.”

Og eg spyrji: Út frá omanfyristandandi, eru tit so ikki, sum fyrsta land í norðurlondum, við at avtaka fólkapensjónina, sum vit kenna hana í dag?

Stendur ikki í pensjónsuppskotinum, at grundupphæddin er tað fyrsta sum minkar, tá aðrar inntøkur vaksa?

Stakkalahjálp
Aksel og Rigmor skrivaðu, at táverandi samgonga ætlaði, at bert tey sum ikki høvdu fulla lívsinntøku, fóru at fáa fulla pensjón frá tí almenna. Harvið bleiv samhaldsfasti aðaltankin um, at øll skulu fáa fólkapensjón ónasæð inntøku, at verða sleptur, og ”eyðmýkjandi olmussutankin, ella stakkalahjálpin,” fór at verða sett í verk aftur í Føroyum.

Og eg spyrji: Hvør fer eftir nýggja uppskotinum at fáa fulla pensjón frá tí almenna?

Er samhaldsfasti aðaltankin sleptur?

Verður olmussutankin (ella stakkalahjálpin) sett í verk aftur í Føroyum?

Milliardir av landinum
Ein annar trupulleiki, sum Aksel og Rigmor hildu seg síggja við tí, at fólk skuldu spara upp til egna eftirløn var, at nógvir pengar fóru av landinum. Tey skrivaðu:

”Tað er óheppið fyri føroyskan búskap, at 15 prosent av øllum lønum, ella 1,1 mia. árliga, verður send beint av landinum umvegis eftirlønarfeløgini. Meðan útlendsk eftirlønarfeløg brúka eftirlønaruppsparingarnar til stórar íløgur í lokala búskapin og útbyggingar av samfeløgunum, har tey hoyra heima, senda føroysk eftirlønarfeløg nærum allan kapital av landinum.”

Um 15 prosent svara til 1,1 mia., so svara 12 prosent til knappar 900 mió. Og eg spyrji: Hvat ætla samgongan og Sjálvstýri at gera, fyri at hasar 900 milliónirnar, sum føroyskir lønmóttakarar verða tvingaðir at spara upp, ikki verða send av landinum?

Hava snara 180 stig
Eg havi sum sagt ikki lisið uppskotini, sum nú eru send til hoyringar, so hetta sum eg her havi skrivað byggir á tað, sum landsstýrið og Sjálvstýri hava fráboðað, og á eina fýra ára gamla kronik hjá Aksel og Rigmor, har tey við sera sterkum vendingum ávaraðu ímóti nógvum av tí, sum tey nú ætla sær at seta í verk.

Helgi Abrahamsen

 

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður