Meining: Hevði væntað mær meira

Meining: Hevði væntað mær meira

2017-08-22 17:17 Author image
Heðin Mortensen, býráðslimur

Veruligu uppgávurnar verða slett ikki loystar av meirilutanum í Tórshavnar býráð, sum bara hevur gjørt nakrar ússaligar royndir at kopiera undanfarna býráð, tí nýhugsan er eingin!

Nú skjótt átta mánaðir eru farnir, síðani nýggjur meiriluti tók við í Tórshavnar býráð, má tíverri staðfestast, at talan hevur verið um eitt afturstig fyri og annað eftir. Rok og ósemjur hava myndað kommununa bæði úteftir og inneftir, og ótryggleiki og rok millum borgarar er úrslitið. Nýhugsan er púrt eingin!

Málini, sum eru farin eftir liðini, hava verið nógv í tali. Fyrst var tað ætlanin hjá NCC at gera ein skúrbý við Velbastaðvegin til 40 arbeiðsfólk, sum bleiv slept, tá mótmæli komu. So var tað innkoyringsvegurin til Havnina, ið brádliga ikki kundi brúkast, og í staðin skuldi tunnil borast fyri 300 milliónir krónur, men eisini tann ætlanin bleiv slept, og nú skal so aftur gerast vegur.

Síðani bleiv sáttmáli gjørdur við tunnilsfelagið og NCC um grót úr Eysturoyartunlinum, men hesin sáttmáli er ongantíð samtyktur av býráðnum – og hartil roynir núverandi meiriluti at skylda upp á gamla meirilutan, hóast núverandi býráðsleiðsla eigur hetta mál við høvd og gørnum!


Virða ikki bygdirnar

Oman á tað heila, hava tær syrgt fyri, at alt hetta grótið úr Eysturoyartunlinum skal koyrast inn á Sund, har fjøran verður oyðiløgd fyri at rúma eini grótrúgvu, eingin ætlan annars er fyri. Ei undur í, at kaldbaksfólk ilskast og kenna seg illa viðfarin, tí býráðið hevur slett ikki viljað hoyrt tey og teirra mótmæli.

So var tað Nólsoyarsiglingin, har eitt eyka gjald brádliga mátti leggjast á Strandferðsluna mitt í árinum, so tað var um reppið at kostað nólsoyingum ein túr. Sjálvandi var alt á gosi, og tíbetur kom so ein loysn, har kommunan bakkaði, so túrurin ikki verður mistur kortini. Men rumblið kundu vit gott verið fyriuttan!

Heldur ikki fólkið í Hesti er sloppið undan, tí har blómar býráðið við síni líkasælu, nú brúk er fyri øktum túratali, so ungfólk kunnu trívast í oynni. Tá nú hesin býráðsmeirilutin skal kopiera alt, sum vit gjørdu í gamla meirilutanum, mátti verið upplagt at hildið fram við arbeiðinum at samráðast við Strandferðsluna um ein morguntúr aftrat.


Óseriøsitetur

Sjálvandi er neyðugt hjá einum nýggjum meiriluta at markera seg – og kanska ikki minst, tá tú tekur við eftir ein so serstakliga virknan meiriluta, sum í 12 ár hevur fingið eina rúgvu av skafti. Tað, sum ørkymlar mest, er at talan alla somlu tíðina er um heita luft, tí einki hevur verið lagt fyri býráðið av tí, ið verður sent upp. Her snýr alt seg bara um at flyta fokus og einki annað.

At býráðið brádliga vil hava gongd á íbúðarbygging og ætlar, at arbeiðarafeløg, bankar og onnur skulu fíggja, er eitt sindur løgið, tí tað er í grundini nakað, borgarstjórin og meirilutin einki hevur við at gera. Og so oman á tað heila at krevja, at íbúðarbygging skal fremjast eftir einum ári, er tað reina tvætl.

Annika Olsen var sjálv landsstýriskvinna, tá eldraøkið varð smoygt niður yvir høvdið á kommununum, so tað hevði klætt henni at víst eitt sindur størri eyðmýkt, tá hon nú sum borgarstjóri úttalar seg um júst hetta øki. At sleingja um seg við leysum tankum um at byggja fleiri ellis- og røktarheim er beinleiðis óseriøst, tá hetta ongastaðni er viðgjørt í býráðnum yvirhøvur!


Havnin sovnar

Men hvat hevur so býráðsleiðslan gjørt? Hvat er komið burturúr? Nei, ikki tað stóra, má tíverri ásannast, tí hesar fyrstu skjótt átta mánaðirnar av hesum skeiðnum hevur verið rok um eina rúgvu av málum, samstundis sum einki innihald hevur verið í nøkrum.

Henda býráðssamgongan setti sær annars høg mál, og tær vóru ikki so lítið bragdligar, tá tær løgdu samgonguavtaluna fram. Men veruligu uppgávurnar verða slett ikki loystar og úrslit eru púrt eingi! Tvørturímóti hevur talan bara verið um nakrar ússaligar royndir at kopiera undanfarna býráð, samstundis sum bara tað er sett í gongd, sum undanfarna býráð longu hevði avgreitt.

Hetta er bæði synd og skomm fyri okkara høvuðsstað, tí alt hetta keglið í gerandisdegnum, fjølmiðlum og á heimasíðuni hjá býráðnum gagnar ongum. Havnin eigur at lyfta seg upp um sovorðið, og eg má tíverri staðfesta, at eg hevði veruliga væntað mær meira enn hetta!

Meðan vit bíða, noyðast borgararnir at klóra sær í nakkanum og spyrja seg sjálvar, um býráðið er til fyri teirra ella sína egnu skyld, tí eingin kann liva við, at Havnin spakuliga verður rurað í svøvn.

 

 

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður