Meining: Gud sum politiskur gísli hjá Bill Justinussen

Meining: Gud sum politiskur gísli hjá Bill Justinussen

2017-08-24 14:48 Author image
Sjúrður Skaale

Eingin skal lata seg ræða frá at siga sína meining um fosturtøkulógina.

Næsta summar yvirtaka Føroyar ábyrgdina av fosturtøku.

Verandi lóg er donsk og frá 1956. Viðtikin av øðrum myndugleikum enn okkara. Skrivað í einum øðrum landi enn okkara, og undir heilt øðrum umstøðum enn okkara. Eitt nú er stovnurin “Mødrehjælpen” avgerandi í lógini – men hesin stovnur hevur aldrin verið í Føroyum. Í lógini er markið fyri fosturtøku sett til 16 vikur. Í praksis er tað 12 vikur.

Tí halda mong at vit, tá økið er yvirtikið, skulu smíða okkara egnu lóg, og soleiðis taka fulla ábyrgd av økinum. Ikki bara formliga, men eisini í veruleikanum.

Men áðrenn vit viðtaka eina lóg, mugu vit hava eitt kjak um spurningin. Lógin skal jú endurspegla okkara virði. Tí havi eg á fólkatingi gjørt eina lítla rapport um hetta. Og tí skipa vit eisini fyri einum almennum fundi um málið í Miðlahúsinum mikukvøldið 30. august.

Hetta er alt fyri at fáa vitan og meiningar fram í ljósið, so vit sum samfelag, tá tann dagur kemur, gjøgnum Løgtingið kunnu taka eina avgerð, sum meirilutin kann standa við.

Hetta er ein trupul, men neyðug demokratisk prosess, sum vit mugu ígjøgnum.


Patent uppá Gud

Men tað er ikki lætt at fáa fólk at siga sína meining um hetta málið. Vandi er altíð fyri, at tey, sum taka politiskt patent uppá Várharra, skýra fólk, sum ikki hava júst somu meining sum tey, fyri at vera Satans umboð og hvat annað tey kunnu finna uppá.

Hesi sjálvrættvísu fólk nýta eitthvørt høvi og eitthvørt mál í teirra roynd at býta fólk sundur í tey, sum umboða Gud (t.e. tey sjálv), og tey, sum umboða tað ónda.

Ein av hesum er Bill Justinussen.

Á facebook svingar hann seg upp til at siga, at prosjektið hjá samgonguni er at “oyðileggja okkara kæra heimland”.

Og so kemur hann við hesum kanónskoti:

“Onki er fiskivinnan ella pensjónsskipanin ella stjórnarskipanin høvuðsmálini hjá hesum 17, sum hava tikið ræðið í Føroyum. Heldur er tað sekulariseringin av samfelagnum, sum er høvuðsmálið. Tað fara tey sjálvandi ikki at siga alment. Ei heldur varð tað skrivað í samgonguskjalið. Men harfyri er sjón fyri søgn, at tey við øllum hugsandi amboðum og við øllum hugsandi snildum fara beinhart eftir hjartamálunum hjá nr. 17 og hjá Framsókn: at flyta Guð burtur úr almenna rúminum til frama fyri menniskjaligt sjálvsøkni”.

Tað er kjakið um fosturtøku, sum fær Bill at skriva soleiðis.

Men samgongan hevur púra greitt boðað frá, at hon IKKI fer at gera eina nýggja fosturtøkulóg. Tað stendur einki um tað í samgonguskjalinum, og tá lógin verður yvirtikin, er bara í mesta lagi eitt ár eftir til val. Tað verður altso IKKI gjørt í hesum valskeiðnum.

Tað veit Bill. Men tað passar ikki til ta søgu hann vil siga, so tað leggur hann líka í. “Nú er tað lítla barnið í móðurlívi, sum ikki longur kann kenna seg trygt í heimsins tryggasta skjóli”, skrivar hann.

Sambært Bill er tað Framsókn, sum er “ísbrótari” í hesum. Har hevur onnur tingkvinnan sagt, at málið ikki stendur á hennara politisku dagsskrá, meðan hin greitt hevur sagt, at hon er ÍMÓTI fríari fosturtøku.

Men líka leggur Bill í tað.

Bill hevur eisini hoyrt løgmann siga, at hann ikki er fyri fríari fosturtøku.

Men tað rørir ikki Bill.

Eg havi verið við til at seta málið á skrá – og í tí sambandi havi eg sagt, at málið má vera, at vit í Føroyum hava so fáar fosturtøkur sum gjørligt. Tá eg ikki takið undir við einum banni, so er orsøkin m.a. at tað helst hevði økt reella talið av fosturtøkum, hóast tað hevði givið okkum ein gullreinan almennan statistikk. Tí so hevði samfelagið als ikki komið í samband við ta kvinnuna, sum var komin illa fyri – og hon hevði farið beint av landinum. Tølini hjá okkum eru imponerandi lág – og skal tað halda fram, mugu vit finna eina loysn, har vit ikki stoyta desperatar kvinnur frá okkum.  

Men hvat fólk sjálv siga hevur ongan týdning fyri Bill Justinussen. Hann VIL sleppa at kalla onnur ógudilig. Hann VIL sleppa at døma onnur. Og tá hann ikki kann gera tað við at vísa til tað, tey sjálv siga, so ger hann tað við at vísa til tað, sum hann, í sínum markleysa frekleika, ILLTEINKIR tey fyri halda og ætla.

Ósmæðin boðar hesin maður fólki frá, at tað, sum hansara politisku mótstøðufólk siga alment, hvørki er tað, tey meina, ella tað, tey ætla.

Og so pástendur hann aftur og aftur, at Gud er í parti við honum politiskt. Og at tey, sum ikki eru í parti við Bill, eru ímóti Gudi.

Við øðrum orðum: Gud stuðlar einum manni, sum illgitir og lýgur um onnur, og við støði í hesum illgitingum og lygnum leggur tey undir bæði líkt og ólíkt.

Kristindómur hevur nógv andlit - sum vit hava sæð farnu árini. Og tað er so ymist hvat vit halda vera “kristin virði” og ikki. Tað, Bill Justinussen stendur fyri, er í míni verð ikki í FAMILJU við kristindóm. Tað er hinvegin at misbrúka kristindómin til at skapa split millum fólk og soleiðis vinna sær politiskt vald.

Sum onkur segði: Gud viti hvat Gud man halda um Bill...


Kjakið má ikki steðga

Vit hava farnu vikurnar sæð, at fleiri og fleiri hava torað sagt sína meining um fosturtøku – m.a. politisk ungmannafeløg. Eg vóni ikki, at tað eydnast fólki sum Bill Justinussen at steðga tí spírandi kjakinum.

Tí eitt mugu vit ikki gloyma: Hóast hetta ER eitt trupult mál, so er okkara útgangsstøðu sera, sera gott: Samstundis sum føroyskar kvinnur fáa væl fleiri børn enn kvinnurnar í grannalondunum, so er talið av fosturtøkum í Føroyum nógv, nógv lægri enn har.

Hesum kunnu vit vera stolt av.

Men vit kunnu ikki vera stolt av, at okkara lóggáva bara er gamalt danskt arvagóðs.

Vit mugu taka fulla politiska ábyrgd av hesum, og smíða okkara egnu lóg. Og tí mugu tey, sum hava eina meining um hetta, ikki lata seg ræða av fólki sum Bill Justinussen. 

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður