Meining: Gratispolitikkurin fær ein brádligan enda

Meining: Gratispolitikkurin fær ein brádligan enda

2017-09-27 09:56 Author image
Annfinn Brekkstein

 Eg havi áður verið alment úti við einari grein um, at Bussleiðin í Havn eigur at umskipast og at fólk við inntøku og gjaldsevni eiga at rinda ferðaseðil, meðan aðrir samfelagsbólkar, sum t.d. lesandi, lærlingar, barnagarðar, skúlaflokkar og pensionistar eiga at fáa sersømdir - eg hugsi her um eitt borgarakort.

Bussleiðin er ikki ókeypis - einki er ókeypis - men er skattafíggjað og kostar 26 mió. kr., árliga. Vit koma í longdini ikki at hava pengar til at fíggja allar tænastur yvir skattin - eftirspurningurin eftir skattafíggjaðum tænastum (sum nøkur kalla og halda eru ” ókeypis”)  kann gerast óendaligur.

Samlaðu inntøkurnar í 2018 hjá Tórshavnar Kommunu, íroknað Tórshavnar Havn, eru ætlaðar til 948 mió. kr., brutto. Av hesum inntøkunum fara 735 mió. kr. til rakstur,  23 mió. kr. er okkara partur av rentustuðlinum og 25 mió. kr. til rentur og avdráttir. Úrslit av rakstri er 165 mió. kr., harav avlop til skattafíggjaðar íløgur upp á 134 mió. kr. Munurin harímillum hoyrir undir Tórshavnar Havn.

Tórshavnar Kommuna rindar í dag yvir hálva milliard í lønum árliga, 535 mió. kr., og tað eru umleið 1.900 fólk á lønarlistanum, svarandi til nærum 10% av fólkatalinum í Tórshavnar Kommunu.

Hetta inntøkugrundarlag og kommunala virksemi kemur ivaleyst ikki at halda í longdini og tí verður tað ein avbjóðing, tá tíðirnar einaferð broytast.

Hýruvognsvinnan í Havn bløðir, tí útlendsk ferðafólk og fólk, sum ikki gjalda skatt í Tórshavnar Kommunu, sleppa at koyra ókeypis við einari skattafíggjaðari Bussleið. Við hesari skipan verður skattaborgarans peningur ikki umsitin á forsvarligan hátt - tað er oysl av hart vinnum skattakrónum.

Grundleggjandi hugskotið aftanfyri ókeypis bussleiðina er at fáa so nógv fólk sum gjørligt at brúka buss og minka um privatu akfarskoyringina í býnum - minni dálking, minni slit á vegirnar, minni tørvur á parkeringsplássum o.a. Við teimum lágu nýtsluprosentunum er spurningurin um kommunan ger nóg nógv fyri at ná hesum endamálunum.

Bussleiðin í Tórshavn eigur tí at umskipast, so hon koyrir allar dagar í vikuni, eisini leygardag og sunnudag, tá hava vit eina veruliga bussleið, sum tænir endamálinum fyri tey, sum brúka hana og ynskja at brúka almennu flutningsskipanina - eisini leygardag og sunnudag.

Hetta kann fíggjast við at taka eitt ávíst gjald fyri at koyra við bussleiðini fyri tey, sum ikki eru búgvandi í kommununi - heilt einfalt, at hesi skulu gjalda fyri ein ferðaseðil.

Eisini eigur at verða sett í verk eitt borgarakort, har tað verður ásett, hvat hvør samfelagsbólkur í kommununi kann fáa av sersømdum.

Einki er ókeypis - heldur ikki Bussleiðin í Tórshavnar Kommunu - 26 mió. kr., um árið.

Annfinn Brekkstein
býráðslimur fyri Sambandsflokkin í Tórshavnar Kommunu

 

 

Meira langlesnaður